Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
Tekstlýsingar

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til serstovu og barnagarðsstovu í Miðgarði.

Talan er um námsfrøðingar at byrja 13. Aug. 2018, á Barnagarðsstovu og Serstovu til 30 – 40 tíma størv.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Námsfrøðingar verða løntir á lønarstigunum 11-20 og hjálparfólk verða lønt á lønarstigunum 2-8.

Miðgarður er ein stovnur við 6 árum á baki. Her eru 9 stovur, 3 vøggustovur, 1 smábarnastova, 3 barnagarðsstovur, ein serstova og 1 stova til tey 6 ára gomlu.

Seks ymisk verkstøð og gott spælipláss er rundan um stovnin, sum er bygdur inn í lendi.

Miðgarður liggur mitt í bygdini, tætt við fjall og fjørðu, viðalund og áir.

Vit arbeiða við:

• At skapa eitt umhvørvi, sum stuðlar undir eini menning og lærutilgongd, og sum tekur støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesum leggja vit tað námsfrøðiliga arbeiði tilrættis eftir.

Serstova til barnagarðsbørn, ið hava tørv á ørvísi samskifti, kropsligari og sansaligari stimbran. Starvsfólk í serstovuni koma í gerandisdegnum at hava tætt námsfrøðiligt samstarv við hinar stovurnar á stovninum og aðrar fakbólkar.

Barnagarðsstovur eru aldursuppdeildar barnagarðsstovur.

Smábarnastova sum fer at byrja eftir summarfrítíðina við børnum 2-3 ár

Vit ynskja av tær:

• At tú hevur vitan um og áhuga fyri at arbeiða við kontakt og ørvísi samskifti.

• At tú skal arbeiða útfrá okkara virðisgrundarlag, okkara viðtikna barnasýn og námsfrøði.

• At tú hevur góð samstarvsevnir, og ynskir áhaldandi at menna teg yrkisligt, og vera við til at menna stovnin.

• At tú ert før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og er nærverandi.

• At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.

Sí meira á okkara heimasíðum: www.vaga.fo og www.midgardur.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, Leiðara á tlf. 794520 .Umsóknin saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal vera Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur ella vaga@vaga.fo í hendi í seinasta lagið, fríggjadagin, tann 29 juni, kl 12:00.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Merk brævbjálvan ella teldupostin: ”umsókn”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo