Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Søkt verður eftur 2 námsfrøðingum til Smílikulluna og ungdómshúsið Loftið at byrja 19 august.

Talan er um eitt fast starv og eitt tíðaravmarkað starv.

Fasta starvið er á 26 tímar um vikuna í Smílikulluni og 1 leygarkvøld um mánaðin á 5 tímar í ungdómshúsinum.

Tíðaravmarkaða starvið er á 24 tímar um vikuna í Smílikulluni fram til 21 desembur 2019.

Vit ynskja av tær: 

  • At tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.

  • At tú ert opin fyri broytingum.

  • At tu hevur og vísir initiativ.

  • At tú hevur góð samstarvsevnir.

  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærløgd/lagdur.

  • At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.

Smílikullan
Smílikullan er eitt frítíðarskúla tilboð til børn í Vága kommunu fyri børn úr 1. og 2. flokki. Vit hava trý verkstøð: Náttúru og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og ítróttarverkstað. Á verkstøðunum verður dentur lagdur á, at tað einstaka barnið fær loyvi til, at menna sínar førleikar.

Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin, viðalundina og fótbóltsvøllin. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar til børn og starvsfólk.

Ungdómshúsið Loftið
Ungdómshúsið Loftið er til børnum og ungu í Vága kommunu. Ungdómshúsið er opið 3 kvøld um vikuna.

Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til  leiðaran Hervør Heinesen tlf. 794540.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett ístaðin í eitt tíðaravmarka starv

Lønarviðurskifti
Lønin er sambært  sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.

Námsfrøðingurin  fylgir lønarstigunum frá 11 til 21 og hjálparfólk fylgja lønarstigunum frá 2 til 7.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09.00 og kl. 17.00 í smílikulluni

Umsókn saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal sendast til

Vága Kommunu
Hammershaimbsvegurí 1
360 Sandavágur

Viðmerk á brævbjálvan: “Umsókn”.

Ella við teldupost til: vaga(at)vaga.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagið mánadagin tann 18.06.2019  kl. 1200

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo