Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Tekstlýsingar

Søkt verður eftur trimum námsfrøðingum til Smílikulluna at byrja 06.01.2020. 

Talan er um føst størv.

Talan eru um trý størv. Eitt á 26 tímar og eitt á 20 tímar í Smílikulluna og eitt starv á 26 tímar í Smílikulluna og 1 leygarkvøld um mánan í ungdómshúsinum.

Vit ynskja av tær:

- At tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
- At tú ert opin fyri broytingum.
- At tú hevur og vísir initiativ.
- At tú hevur góð samstarvsevnir.
- At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærløgd/lagdur.
- At tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.

Smílikullan
Smílikullan er eitt frítíðarskúla tilboð til børn í Vága kommunu fyri børn úr 1. og 2. flokki.

Vit hava trý verkstøð: Náttúru og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og ítróttarverkstað.

Á verkstøðunum verður dentur lagdur á, at tað einstaka barnið fær loyvi til, at menna sínar førleikar.

Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin, viðalundina og fótbóltsvøllin. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar til børn og starvsfólk.

Ungdómshúsið er eitt tilboð til ungdómin í Vága kommunu fyri 5 flokk til 18 ár. Opið er mánakvøld, mikukvøld og leygarkvøld. Ungdómshúsið er eitt stað, har ungdómur møtist, og har vaksin eru tilstaðar og kveikja tey til ymiskt virksemi.

Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Hervør Heinesen tlf. 794540.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett ístaðin í eitt tíðaravmarkað starv

Lønarviðurskifti

Lønin er sambært  sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.

Námsfrøðingurin  fylgir lønarstigunum frá 11 til 22 og hjálparfólk fylgja lønarstigunum frá 2 til 8.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09.00 og kl. 17.00 í Smílikulluni

Umsókn saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal sendast til

Vága Kommunu
Hammershaimbsvegurí 1
360 Sandavágur
Viðmerk á brævbjálvan: “Umsókn”.
Ella við teldupost til: vaga@vaga.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagi fríggjadagin tann 13.12.2019  kl. 12.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo