Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Grundarlagið fyri frambrotinum, sum undirsjóvartunnilin um Vestmannasund varð, var ein semja ímillum fólki í Vágum og Føroya Løgting. Partarnir vóru samdir um at royna ein heilt nýggjan leist fyri fígging av samferðslukervinum, har brúkarin skuldi verða við at fíggja lánibyrðuna, sum gjørdi tað møguligt, at gera so stórar íløgur, sum ein tílíkur tunnil jú var.

Sum Jóanis Nielsen fyrrverandi løgtingslimur fyri Fólkaflokkin eisini hevur lýst í sínum skrivið í miðlunum, er eingin ivið, hvussu løgtingslógin um tunnilinum ímillum Streymoynna og Vágar skal skiljast. Og at avvarandi landstýrismaðurin eisini fullvæl kennir málið, sum limur í vinnunevndini tá málið var fyri.

Í mun til aðrar tunlar í landinum, eru undirsjóvartunlarnir ein eyka skattur á herðarnar á borgarunum, ið eru tengdir at nýtsluni um sundið. Fyritøkur í Vágum rinda eisini stórar upphæddir fyri flutning av vørum og tænastum, nakað, ið sjálvsagt avlagar kappingarføri okkara í mun til restina av landinum.

Avgjaldsstjórnin hevur júst hækkað bensin- og dieselprísirnar, umframt hópin av øðrum gjøldum, men ikki nokk við at fjarstøðan leggur stein omaná byrðu. Nú skal hendan avgjaldsøðin eisini hála teppið undan hesi púra greiðu avtalu.

Vit, fólki í Vágum og ferðandi annars, hava hildið okkara part av avtaluni og skuldin verður útgoldin í ár.

Tí er tað eitt púra greitt brot á gjørda samtykt, at løgtingið ikki yvirtekur ábyrgdina av tunlinum, eins og landið annars eigur og rekur stórt tal av tunlum um alt landið.

Vit, fólki í Vágum og ferðandi annars, hava hildið okkara part av avtaluni. Og vit krevja av landsins myndugleikum, at teir eisini standa við sín part!

f. Vága Fólkafloksfelag
Jarnhold Nattestad, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo