Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vágatíðindi

Mánadagin 5. september leggur Vágakórið aftur til brots.

Kórleiðarin Sámal Matras Kristiansen sigur, at í heyst fara tey at syngja fram móti jólunum við nógvum kendum føroyskum jólasangum og enskum Christmas Carols bæði við og uttan orgul.

- Men alt verður ikki jólatilfar. Eisini verður pláss til tíðarhóskandi gospel-tónleik og dygdargóðan kórpopp við klaverfylgispæli, eins og vit eisini fara at syngja stemningsfullar føroyskar heystsangir av bæði eldri og nýggjari slagi.

Vágakórið bjóðar øllum núverandi, fyrrverandi og nýggjum sangarum hjartaliga vælkomnum til ein nýggjan og spennandi sangvetur.

Óroyndir sangarar eru sjálvsagt eisini vælkomnir, og kórleiðslan lovar at taka hond um ótryggleikan, sum fólk kunnu kenna á sær, tá tey ikki hava sungið í kóri áður.

Vágakórið vónar, at nógvir royndir og óroyndir sangarar møta í skúlanum á Giljanesi, gamla aulan, mánakvøldið 5. september kl. 19.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo