Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Fyri nøkrum mánaðum síðani útnevndi danski statsministarin Espen Lunde Larsen til ministara í vísindi.

Eitt gallróp frá sjálvútnevndu donsku elituni: Tað kann ikki bera til at hava ein universitetsministara sum hevur brúkt sína tíð á bíbliuskúlum og hevur lisið theologi á fundamentalistiska Dansk Bibelinstitut.

Ákærurnar fuku um oyrini á honum um plagiatir í hansara vísindaliga arbeiði.

Hann hevur sjálvkravdur fingið sítt vísindaliga arbeiði undir sjóneykuna á viðkomandi fakulteti á lærda háskúlanum í Kjøbinhavn.

Hann er fríkendur.

Vit liva í einum pluralistiskum samfelag, - og tá kann úrslitið vera at fólkabólkar vera marginaliseraðir.

Tí átti demokratiið annars at hjálpt okkum undan, men dømini eru nú nógv, sum vísa, at demokratiska stýrisskipanin er við at avtaka demokratiið.

Mest álvarsama dømi er tá italiumaður sum var kandidatur til at verða kommiserur í EU. Hann varð vrakaður, tí hann vildi ikki dylja sítt kristna mannasýn.

VAKNA! RÓPAR VAKTARMAÐUR.

Ólavur Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo