Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Politikkur

Sosialistaflokkurin fekk flestar atkvøður á valinum til nýtt tjóðarting í Portugal, og flokkurin heldur sostatt fram í stjórnini í fýra ár afturat.

Tað vísur ein valdagskanning eftir at valhølini lótu aftur í kvøld.

Valið sær út at gerast ein stórur sigur hjá forsætisráðharranum António Costa.

Á seinasta vali klárið hann at skipa eina minnilutastjórn, men nú fær flokkurin Partido Socialista (PS) millum 34 og 39 prosent av atkvøðunum, vísa valdagskanningar hjá fleiri sjónvarpsrásum.

Tað er tó ógreitt frá hvørjum flokkum Costa fer at søkja sær stuðul til at skipa eina nýggja stjórn, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo