Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

SMS: Tað eru alsamt fleiri føroyingar, ið síggja Valentines dagin, 14. februar, sum eitt serligt høvi at gleða ein tey elska. Fleiri keypa onkra gávu, geva blómur, fara út at eta ella í biograf fyri at gera hendan vanliga hósdagin í februar serstakan.

SMS hevur tískil valt at gera eyka burturúr hesum degnum í ár og geva føroyingum møguleika at heiðra ein, tey elska, inni í sjálvum SMS. Ymiskt verður á skránni, og eitt nú verður Torgið skrýtt í kærleikans navnið við hjørtum og kærleikstónum.

Dagurin byrjar longu kl.10, tá Fípan verður klár á Torginum við blómum og gávueskjum. Eisini verður kapping, har pør kunnu koma at avmynda seg og soleiðis vera við í lutakastinum um eina luksus nátt á Hotel Havgrím ella um eina Dreymagávu við einum biograftúri fyri tvey.

Myndakappingin byrjar kl.15 og verður inntil allar polaroid myndirnar eru uppi, so tað er at skunda sær, um ein vil tryggja sær pláss í kappingini. 

Tvey tey bestu innan tónleikaheimin í Føroyum fara á pall á Torginum, og tey fara at framføra yndisligar kærleikstónar. Høgni Lisberg framførir kl. 17, og Lea Kapmann fer á pallin kl. 17.30. 

Afturat stóra Valentines tiltakinum á Torginum í SMS, fara fleiri handlar at hava ymisk Valentines tilboð. Valentines dagurin í SMS endar kl. 18.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo