Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Fyrrverrandi Southampton leikarin Virgil van Dijk fekk eina dreymabyrjan uppá tilveru sína sum Liverpool leikari, tá hann í kvøld skjeyt avgerandi málið í 2-1 sigrinum á Everton.

Harvið sendi hann eisini Liverpool víðari til 4. umfar í FA Cup.

Málið hjá honum kom í 84. minutti av dystinum.

Frammanundan hesum hevði James Milner lagt Liverpool á odda 1-0 við brotssparki í 35. minutti, meðan íslendingurin Gylfi Sigurðsson hevði javnað til 1-1 í 67. minutti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo