Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Útlendis ítróttur

Venjarin í Manchester United, Louis van Gaal, avvísur, at hann er liðugur í United eftir hesa sesongina, og vísur til at hann gjørdi ein trý ára sáttmála við felagið.

- Vit hava alla tíðina vitað at prosessin, sum vit skula ígjøgnum, fór at taka trý ár. Eg vildi bara gera ein tvey ára sáttmála, men felagið vildi hava meg í trý ár, og tí fara tit eisini at síggja meg her komandi sesong, sigur Louis van Gaal.

- Hvørja viku teir seinastu seks mánaðirnar havi eg fingið fótin, men eg eri her enn, sigur hann við útlendskar miðlar.

Klokkan 14 í dag skal Manchester United taka ímóti Leicester, og vinnur Leicester á Old Trafford, so er Leicester meistari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo