Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Útlendis ítróttur

Daily Mail, The Telegraph,  Mirror og The Indendependent eru millum miðlarnar sum í dag skriva, at tann niðurlendski venjarin hevur fingið knívin á barkan frá United-stjóranum Ed Woodward og at hann fær fótin um jólini um úrslitini ikki batna.

1-2-tapið heima móti Norwich leygardagin, seks dystir uttan sigur og økt misnøgd millum stuðlarnar gera at United-leiðslan – sambært bretsku miðlunum – ikki hevur annað val enn at sleppa sær av við venjaran.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo