Tað sum tekur longst tíð er at koma í sving
- Jónar Jacobsen
Onnur tíðindi

Nakað av kava og vátakava er komið niður í nátt og Landsverk ávarar ímóti vánaligum koyrilíkindum.

- Hált og krapi er um alt landið. Nógv jarðrok er í ælunum, á Oyndarfjarðarvegnum, Gjáarvegnum, Oyggjarvegnum og í Suðuroy. Sera vánalig koyrilíkindir eru á Vestmannavegnum. Í løtuni er ikki koyrandi til Gjáar, stendur á heimasíðuni hjá LV.

Strandferðslan boðar frá, at fyribils er leið 100 avlýst.

Veðurtænasturnar á netinum siga frá líggjari veðri og minni vindi í morgin og næstu dagarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo