Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Tey sum koyrdu úr Vágatunlinum í dag sóu eina margháttliga sjón.

Ein bilur sum stóð parkeraður streymoyarmegin hevði ein deyðan fugl liggjandi á rútinum. Við fyrsta eygnakast sá tað út sum bilførarin hevði rent á fuglin, men ikki havt stundir til at fáa hann burtur.

Við at hyggja nærri sást, at her var helst talan um okkurt slag av skemti, tí deyði fuglurin (tað var ein havhestur) var festur væl og virðiliga við viskarunum, so hann skuldi blíva liggjandi til bilførarin kom aftur til bilin.

Hvat síðani hendi sigur søgan onki um.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo