At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Starvsfólk hjá landinum kunnu hava rætt til goldna fráveru, um tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður. Kommunurnar hava ongar felags reglur og avgera hvør sær, um fólk verða trekt í løn ella ikki.

Tað skrivar Starvsmannafelagið á síni heimasíðu, nú spurningurin óivað er aktuellur hjá nógvum. 

Starvsfólk hjá landinum eru fevnd av eini vegleiðing frá 1992, sum merkir, at er veðrið so vánaligt, at tann almenna ferðslan liggur lamin, hevur tú rætt til fráveru – við løn.

Hjá kommununum eru ongar felags reglur um forfall vegna veður. Kommunurnar avgera hettar sjálvar hvør í sínum lagi. Eru ongar reglur, hava starvsfólkini heldur ikki rætt til goldna fráveru.

Størsta pendlarakommunan, Tórshavn, hevur t.d. ikki nakrar tilsvarandi reglur sum landið.

Til ber at lesa meira um málið hjá Starvsmannafelagnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo