Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Avgerð er tikin um, at vandaøkið kring bygningarnar hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nú verður minkað soleiðis, at bert sjálvt havnalagið frá Doktaragøtu og eystur eftir verður avbyrgt.

Av tí at ammoniak framvegis lekur út í smærri nøgdum, eins og vandi er fyri, at partar av bygninginum kunnu detta niður, kann væntast, at avbyrgt verður teir næstu dagarnar.

Teir seinastu borgarnir kunnu sostatt flyta heimaftur.

Politiið er nú so smátt byrjað sjálvt kanningararbeiðið.

Tað er ikki loyvt skipum og bátum at leggja at bryggjukantinum við havnalagið.

Politiið hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Jón Klein Olsen
varapolitiinspektørur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo