At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Krutl

Øssur Winthereig á síni bloggu: Eg havi ikki skrepuna av, um EIK hevði rætt til frádrátt ella ikki. Heldur ikki um EIK royndi at villeiða TAKS. Men seinastu vikurnar benda á, at ræðslan fyri atfinningum at journalistiska dekninginum er øgilig.

Mánadagin 9. oktober ringdi Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum, til mín og spurdi, hvat eg sum næstformaður í Føroyskum Miðlafólkum helt um, at Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, hevði vent sær til fjølmiðlanevndina og spurt um nevndin onkursvegna kundi gera eina eftirmeting av dekninginum hjá KvF av skattamálinum.

Men Barbara skrivaði ikki eitt orð nakrastaðni um okkara samrøðu.

Eg hevði skilt á in.fo sama morgun, at høvið hjá kringvarpsstjóranum var skuldsetingar frá Símuni Absalonsen um journalistikkin hjá Kringvarpinum.

Onkuntíð(!) eri eg nokk so sannførdur og bersøgin, men tað var eg ikki hendan fyrrapartin, tá Barbara ringdi.

Men eg svaraði, at tað var ikki so býtt hugskot, sum stjórin hevði fingið. Tí tað vísti ein opinleika, har stovnurin bað fólk uttanifrá eftirmeta í einum so stórum máli. Fjølmiðlanevndin er longu til, og miðlarnir hava so nøkulunda virðing fyri avgerðunum. Eg var eisini greiður yvir, at hetta var ikki so vanligt, men kortini helt eg, at tað var djarvt og vísti ein vilja at gloppa dyrnar inn til miðla-mastodontin.

Gamaní var talan um eina kærunevnd, men kanska kundi hon í hesum føri átaka sær eina eftirmeting, sjálvt um tað strangt tikið ikki var arbeiðið hjá nevndini.

Eg nevndi eisini fyri Barbaru, at eg haldi, at Kringvarpið er blivið ein alt ov stórur risi ella mastodontur í miðlaheiminum. Eingin annar hevur nakran kjans, um Kringvarpið velur síðu og setur allar sína megi aftanfyri. Eg fór so langt at siga, at hetta var Pravda-kent. Pravda var almenna blaðið hjá sovjettiska kommunistaflokkinum, og Pravda merkir sannleikin. Har stóð sannleikin og hann mátti ikki órógvast.

Eg gloymdi at nevna, at tá so eisini Sosialurin velur síðu saman við Kringvarpinum, ja tá verður støðan enn verri. Ja, so álvarsom, at eg haldi tað kann hótta fólkaræðið. Haldi ikki, at Kringvarpið á nakran hátt ella Sosialurin á nakran hátt eru hóttanir móti fólkaræðinum, men haldi, at eitt miðlalandslag, har ein miðil situr at næstan øllum kann hótta fólkaræðið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo