Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Nú frættist, at fiskaministarin eina ferð enn ætlar at skulka sær undan konsekvensunum av sínum misgerðum við at "fara og kanna seg sjálvan" í staðin fyri at fara frá.

Fleiri hava sagt, at hetta minnir um tað gamla Sovjettsamveldið, men sjálvt har hevði man kortini ikki troystað sær at súlta eitt mál við, at ein ministari skuldi "kanna seg sjálvan" í óavmarkaða tíð.

Høgni Hoydal er nú sum demagogur farin um alt mark og vísir beinleiðis forakt fyri tí føroyska fólkastýrinum.

Hvørki Sovjettsamveldið ella nakað millumamerikanskt BANAN-tjóðveldi hevði troystað sær at víst so lítla respekt fyri veljarunum, sum hann ger beint NÚ.

Nær finnur hesin manipulerandi charlatanurin hurðina og rýmir úr tí sessi, har hann slett ikki hevur politiskt format til at sita?

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo