Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Útlendis ítróttur

Løgreglan í Bournemouth sigst hava fingið eina frágreiðing frá eini vakt á Vitality Stadium sum sigur at Sergio Agüero sló seg undir dystinum millum Bournemouth og Manchester City.

Tað skrivar Sam Cunninghamhjá Daily Mail.

Bournmouth-fjeppar vóru ikki nøgdir við málið hjá Raheem Sterling til 2-1, sjey minuttir í yvirtíðini, sum annars bert var sett til 5 minuttir. So skjótt sum Sterling hevði skorað, blásti dómarin dystin av.

Sambært Daily Mail, so eru myndir av hendingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo