Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Stórtíðindi

Varðin, Framherji og Kimbil hava keypt H-DYGD í Vatnsoyrum.

Sum VP skilur er keypið undirskrivað fyri løtu síðani, og eiga feløgini um ein triðing í part.

Søgan hjá H-DYGD er í stuttum at í 1968 fór Hans Elmar Poulsen, Vatnsoyrar Snikkaravirki, undir at gera tey kendu Húsmóðurvindeyguni. Í 1990 keypti virkið Føroya Glugga.

Alt vindeygavirksemið varð í 2005 savnað undir navninum H-DYGD, og í 2007 keyptu feðgarnir Jónberg og Jóhan á Mýrini fyritøkuna saman við Poul Poulsen. 

Slakar fýra milliónir restaðu í á botnlinjuni hjá H-Dygd í fjør. Rentuberandi skuldin var við árslok í fjør stívliga 15 mió kr og eginognin var 1,5 mió kr.

H-DYGD hevur sent tíðindaskriv út:

Eitt felag undir stovnan, sum P/f Framherji, P/f Varðin og P/f Kimbil eiga, hevur í dag keypt allan partapeningin í P/f H-Dygd.

P/f H-Dygd hevur sínar røtur heilt afturi í 1968, og hevur seinastu tíðina verið ein familjuátt fyritøka, sum er kend fyri at framleiða dygdarvindeygu og – hurðar til føroyska marknaðin, og hevur felagið eisini fótað sær uttanlands seinastu tíðina. Felagið fer framyvir at halda fram við verandi dygdar virksemi sínum í Vatnsoyrum og Miðvági. Ongar nevniliga broytingar vera í felagnum, og tey dugnaligu starvsfólkini hjá felagnum koma sostatt at halda fram í starvi sínum. 

Fyritøkan er vaksin nógv seinastu árini og eru eisini stórar íløgur gjørdar í hesum sambandi, har serliga framkomna maskinparkin í Miðvági nú koyrur við fullari ferð. Tað hava undarnfarnu eigarar samstundis hildið verið gott høvi at geva staffettina víðari.

Nýggju eigararnir boða frá, at nú, tá teir fingu møguleikan at keypa, hildu teir, at hetta var nakað, ið teir ikki kundu lata fara afturvið borðinum. Ætlanin er ikki at gera nakrar stórar broytingar í virksemi felagsins, sum sostatt framyvir eisini fer at framleiða dygdarvørur, sum eru framleiddar til okkara veðurlag, hóast kappingin frá útlendskum vindeygum og hurðum er hørð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo