Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Kristján Skúli er ein av teimum best útbúnu læknunum á LS. Hóast tað, hevur LS jagstrað mannin og vilja havt hann vekk haðani, tað sæst á øllum brøgdum, heldur enn at givið honum ta viðurkenning ið hann hevur uppiborið.

So kunnu teir, hesir menninir í stjórnini, pakka tað inn í alskyns fornuftigar frágreiðingar, við hesum nýggja samstarvinum við Aalborg, at tað er betur samanhangur í sjúklingagongdini, at størri partur av viðgerðini verður gjørdur í Føroyum, HÒAST Kristján hevur bjóðað seg til, at skurðviðgera í Føroyum.

Og eg kundi hildi áfram.

Vit vilja hava Kristján at halda áfram og vit góðtaka ikki, at tit fullkomiliga skúgva okkum sjúklingar til viks og ikki unna okkum bestu viðgerðina.

Samstundis starvast læknar á LS, ið eru farnir langt upp um pensiónsaldur, og gera stórar skurðviðgerðir, mjadnar og knø.

Er tað forsvarligt??

Kunnu sjúklingar vera vísir í, at hesir eldru læknar, hava dagført sína vitan, innan teir nýggjastu operatiónshættirnar og tað nýggjasta innan sárviðgerð?

Fyri ikki at tala um allar hesar konsulentarnar, ið scora kassan og hvar er kontinuiteturin har?  

Eg eri tilknýtt LS í nøkur ár aftrat og gangi regluliga til onkologarnar og tað kemur næstan ikki fyri, eg møti tí sama læknanum tvær ferðir.

Er tað nóg trygt?

Har eri eg bert eitt p tal og ein diagnosa og einki petti annað.

Minnist eg spurdi fyrsta onkologin, um hann var onkolog innan bróstcancer, nei, hann var tarm onkolog, var svarið. 

Tað allarbesta ið LS kann gera fyri okkum fyrrverandi og núverandi sjúklingar, er, at vit fáa loyvi at varðveita okkara dugnaliga skurðlækna, tá eru vit øll vinnarar.

Tit eiga at lurta eftir okkum sjúklingum, tað eru hóast alt vit, ið hava ligið á operatiónsborðinum og eru skurðviðgjørdir.

Fyri ein og hvønn sjúkling, er uppfylging ein týdningarmikil partur av sjúkugongdini og av tí sama læknanum, ið hevur lagt ein undir skurð.

Tann tryggleikin kann ikki sigast við orðum og ger at ein kemur heilskapaður ígjøgnum eina harða sjúkugongd, tá ein fær staðfest hesa herviligu sjúku. Vit ynskja øll bestu viðgerð. Tað týdningarmesta er sjálvandi at blíva frískur av sjúkuni.

Men vit sjúklingar, skulu eisini hava tað gott við okkum sjálvar og við okkara kropp, aftaná lidna viðgerð.

Kristján hevur hækkað støðið innan hesar viðgerðir, hesi seinastu 10 árini hann hevur arbeitt á LS.

Fara vit niður aftur á tað støðið, sum vit vóru á fyri 10 árum síðani?

Mær er fortalt, at nógvir skurðar sóu út sum illa seymaðar rullupylsir.

Kristján hevur reopererað nakrar av teimum sjúklingunum, fyri at fáa eitt penari kosmetiskt úrslit. 

Viðgerðin sum Kristján nýtir, er so framkomin og væleydnað, at hann eisini rættar uppá frískað bróstið ið skapar javnvág fyri kroppin aftur.

Hetta hevur stóran týdning fyri vælveruna og sálarligu heilsuna hjá sjúklinginum. 

Hesin læknin úr Aalborg, er ein mammakirurg og ikki ein onkoplast kirurg, sum Kristján.

Hon hevur ikki serútbúgving innan krabbameinskirurgi, so tað er eitt greitt afturstig fyri sjúklingarnar.

Ikki oyðilegga tað ið virkar!! 

Eg havi biðið LS um alment innlit um nýggja samstarvið við Aalborg sjúkrahús, men bíði framvegis eftir svarið.

Mary Antonsdóttir 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo