Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Í nýggju langtíðarætlanini hjá FSF er millum annað ætlanin at varpa meir ljós á kvinnur í fótbólti - Mynd: Jóannes Albert Nielsen

FSF: Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, sigur, at tað kennist væl at kvinnukappingin hesaferð verður spæld í Føroyum, tá tað, at varpa ljós á kvinnur í fótbólti, er ein partur av nýggju langtíðarætlanini hjá FSF.

- Tað hevur stóran týdning at vera vertur fyri eini kvinnukapping. Serliga nú tá vit í vetur hava arbeitt við einari nýggjari langtíðarætlan, har vit millum annað hava sum endamál at fáa fleiri kvinnur uppí fótbólt.

- Kvinnulandsliðið er flaggskipið hjá føroyskum kvinnufótbólti, og er tann besti pallurin vit hava at marknaðarføra kvinnufótbólt úteftir. So ein tílík kapping, sum verður spæld í eina heila viku, gevur okkum góðar møguleikar at varpa ljós á stóra týdningin av at hava kvinnur í fótbólt, sigur Kristin Dam Ziska.

Krevur nógv fyrisitingarliga at vera vertur
Tílíkar kappingar krevja nógva fyriskipan, og Kristin Dam Ziska sigur, at tað hevur gingið væl við fyrireikingunum. Hann sigur at tað fyrisitingarliga krevur nógv at vera vertur, men at tað reint praktiskt er eitt sindur lættari í mun til onnur tiltøk hjá FSF.

- Talan er um nógv luttakandi fólk sum skulu fáast uppá pláss, og um nógvar dystir, ið skulu spælast. Men reint praktiskt er hetta eitt sindur lættari at fyriskipa enn aðrar uppgávur, tá tað ikki koma líka so nógvir áskoðarar og líka so nógvir fjølmiðlar sum til onnur tiltøk.

Hava arbeitt miðvíst við marknaðarføring
Fótbóltssamband Føroya hevur seinastu tíðina arbeitt tilvitað við eini kampanju, har nógv ljós hevur verið varpað á júst hesa kappinginia.

- Vit hava givið kvinnulandsliðnum ein samleika. Fólk hava fingið møguleika at lært spælararnar betri at kenna, soleiðis at kunnleikin til liðið eisini verður betur. Hesa kampanjuna eru vit væl nøgd við, sigur Kristin Dam Ziska.

At enda sigur varaaðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, at hann hevur góðar vónir til kappingina, sum endar týsdagin. Vinnarin fer beinleiðis víðari til HM-undankappingina, meðan besti 2’arin í teimum fýra innleiðandi HM-undankappingarbólkunum, eisini sleppur við í undankappingina. Men serliga vónar Kristin, at áskoðararnir av álvara fara at taka kvinnulandsliðið til sín.

- Eg vóni at okkara kvinnur fara at vísa seg frá síni bestu síðu. At stuðulin til liðið verður framúr, og at kvinnurnar aftaná seinasta dystin merkja at FSF og áskoðararnir hava tikið kvinnulandsliðið til sín. Og so vóna vit sjálvandi eisini, at Føroyar verða við í HM-undankappingini, sum byrjar í heyst, sigur Kristin Dam Ziska við heimasíðuna hjá FSF.

SKRÁIN

Leygardagin 8. apríl
Klokkan 15:00 Montenegro - FØROYAR á Tórsvølli
Klokkan 19:30 Turkaland - Luksemborg á Tórsvølli

Týsdagin 11. apríl
Klokkan 13:00 FØROYAR - Turkaland á Tórsvølli
Klokkan 13:00 Luksemborg - Montenegro á Ovara vølli í Gundadali

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo