At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Enn eitt vatnverk í Tórshavnar kommunu hevur nú fingið løggilding frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Hesuferð er talan um vatnverkið á Argjum, sum er løggildað.

Vatnverkið á Argjum er fjórða vatnverkið í kommununi, ið fær løggilding.

Hini eru vatnverkini á Velbastað, í Kaldbak og í Villingadali.

Miðað verður ímóti at fáa øll vatnverkini løggilda innan rímuliga tíð. Talan er um sera tíðarkrevjandi arbeiði.

Í Tórshavnar kommunu eru 14 vatnverk.

Á myndini eru Hjørdis Haraldsdóttir Jensen frá HFS, Marius Müller tekniskur stjóri og Viggo Christiansen stovnsleiðari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo