Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Onnur tíðindi

Veturin er av álvara komin, og er tað heldur ilsligt í dag - eins og tað var tað farna vikuskifti.

Hetta ávirkar aftur fleiri leiðir hjá Strandferðsluni.

SSL boðar frá, at fyri veður koyra bussleiðirnar 100 (Tórshavn-Vestmanna), 300 (Tórshavn-Sørvágur) og 400 (Tórshavn-Klaksvík) ikki fyribils.

Ritan, sum siglir ímillum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, hevur eisini avlýst fyri veður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo