Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Politikkur

Í 2009 samtykti eitt einmælt Løgting veðurlagspolitikk Føroya um at skerja útlátið við 20% í 2020 í mun til útlátið í 2005.

Tað var umráðandi fyri Føroyar at taka ábyrgd á veðurlagsøkinum, og at vit fingu okkara egna veðurlagspolitikk staðfestan í altjóða veðurlagssáttmálum, sum eftir ætlan skuldi fáast í lag undir veðurlagsráðstevnuni í Danmark í 2009. 

Sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum stóð undirritaða fyri hesum samráðingum við donsku stjórnina.

Hóast ongin veðurlagssáttmáli bleiv samtyktur í 2009, so fingu vit føroyska veðurlagspolitikkin staðfestan í yvirlitinum hjá klimapanelinum hjá ST, UNFCCC.

Hetta var eitt stórt stig, og loksins høvdu vit boðað altjóða samfelagnum frá, at vit tóku okkara ábyrgd av veðurlagnum.

Tíverri hevur tað gingið skeiva vegin við veðurlagspolitikkinum í Føroyum og útlátið hevur ongantíð verið so høgt sum just nú.

Intergovernmental Panel on Climate Change (IPCC), veðurlagsnevndin hjá ST, staðfesti í 2018, at samlaða útlátið í heiminum skal niður í eina helvt í 2030 og útlátið skal vera heilt burtur í 2050, skal tað eydnast at halda upphitingini niðan fyri hálvtannað hitastig.

Ongin ivi er um, at vit skulu taka okkara lut, og gera hvat vit megna til tess at minkað um útlátið, tað skylda vit okkara eftirkomarum.

Ì 2015 fingu vit nýggjan altjóða veðurlagssáttmála á veðurlagsráðstevnuni í París.

Higartil hava 167 lond bundi seg til sáttmálan og  Føroyar eru eitt av teimum.

Herfyri fingu vit sendandi nýtt uppskot til veðurlagspolitikk fyri Føroyar, har heilsu og innlendismálaráðharrin mælir til at skerja útlátið við 45% í 2030 í mun til útlátið í 2010, galdandi á landi. Viðvíkjandi skipaflotanum verður mælt til, at útlátið skal minka munandi í 2050.

Veðurlagspolitikkur Føroya er ein innlendis politisk raðfesting, sum skal fáast uppá pláss í Løgtinginum.

Men tað er umráðandi, at okkara veðurlagspolitikkur verður greitt orðaður yvir fyri ST, og at  okkara politikkur verður skrásettur serstakt í altjóða veðurlagssáttmálanum.

Danir hava sín egna veðurlagspolitikk, sum verður fráboðaður ST, og á fólkatingi eiga vit at tryggja, at okkara veðurlagspolitikkur verður nevndur ítøkiliga í altjóða veðurlagssáttmálanum.

Vit skulu á Fólkatingi arbeiða fyri føroyskum áhugamálum, eisini tá tað kemur til veðurlagspolitikk og ikki vevja okkara veðurlagspolitikk ínn í donsku veðurlagsmálini.

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo