Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Vágatíðindi

- Tá tað kemur til veðrið, eru Føroyar ein oyðimørk, og útgerðin er als ikki nøktandi, sigur Veðurmmenningarbólkurin millum annað í síni ávegis frágreiðing frá fyrst í oktober í ár.

- Ofta er støðan hættislig, tá flúgvast skal, og ringt er at meta um floglíkindi uttan fyri t.d. Sørvágsfjørð, har ógvusligur turbulensur kann vera í sambandi við ælaveður, illveðurskýggj (Cb) v.m.

- Tað er tíanbetur enn ikki hend nøkur vanlukka, men tað hevur verið nær við fleiri ferðir, sigur bólkurin.

Sí innslag her

Ávegis frágreiðing og fyribils tilmæli sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo