Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Lítið vardi tað okkum í Vegleiðarafelag Føroya (VF), at vegleiðarayrkið í Føroyum fór at standa fyri sovorðnum bakstigi í menningini av vegleiðing í Føroyum, sum tá Studni setti nýggjan útbúgvingarvegleiðara í starv beint fyri jól.  

At Studni setir útbúgvingarvegleiðara í fulltíðarstarv er í sjálvum sær eitt framstig fyri vegleiðing í Føroyum.

Men, tað at Studni velur at seta ein kandidat í fyrisiting (cand. scient. adm.) og við lítlum og ongum royndum innan útbúgving og arbeiðsmarknaðin í starvið, fram um umsøkjararar við útbúgving, drúgvum royndum og innlit í vegleiðing, undrar Vegleiðarafelag Føroya stórliga.

Fleiri batar seinastu árini
Altjóðagerðin krevur m.a. at starvfólk menna førleikar sínar, so at tey kunnu fylgja við í menningini í samfelagnum. At fólk eru nøgd og hava tað gott á arbeiðsmarknaðinum hevur týdningin fyri fíggjarliga støðufestið í landinum.

Londini rundan um okkum hava leingi vitað hetta, og leggja tey tí stóra orku í at veita borgarum sínum vegleiðing innan útbúgving og yrki, tí royndir teirra vísa, at hetta skapar nøgdsemi og fíggjarligt støðufesti.

Kanningar í m.a. Skotlandi vísa, at fyri hvørja millión, sum landið nýtir til at veita borgarunum vegleiðing, fær landið 6 milliónir aftur í kassan. Orsøkin til hetta er til dømis, at við útbúgving fær borgarin vanliga hægri løn, og harvið fær samfelagið meira inn í skatti. Afturat hesum fyribyrgir nøgdsemi strongd. Hetta merkir, at landið sparir pening, tí at talið á sjúkrameldingum lækkar.

Í Føroyum eru vit í stuttum langt aftanfyri hini norðurlondini, tá vit tosa um menning av vegleiðing. Seinastu árini hava tó fleiri batar verið at sæð. Til dømis hevur Altjóða Skrivstovan (ASK) veitt føroyingum vegleiging í útbúgving og yrki í Føroyum og uttanland seinastu 18 árini.

Afturat hesum hækkaði tímatalið til vegleiðing í fólkaskúlanum við skúlaársbyrjan 2018, vegleiðari varð settur í hálvtíðarstarv í Yrkisdepilinum at samskipa førleikameting í Føroyum og 5. juni 2018 varð álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðarpil almannakunngjørt, har týdningurin av lívlangari læru og vegleiðing eru lýst.

Frá Master í vegleiðing til nýtt starv sum útbúgvingarvegleiðari

Síðani Vegleiðarafelag Føroya varð stovnað í 80’unum, hevur felagið, saman við vegleiðarum kring landið, lagt orku í at kunna politikarar, fakfeløg, stevnumyndarar og almenningin um týdningin av lívlangari læru og vegleiðing. Vit meta, at kunningin hevur gjørt, at vit í dag møta vælvild og áhuga fyri vegleiðarayrkinum. Tó møta vit eisini javnan mótstøðu og ókunnleika. Nýggjasta dømi um hetta er setanin av útbúgvingarvegleiðaranum í Studna.

Nýggja starvið, sum útbúgvingarvegleiðari í Studna, er ein umskipan av ASK, sum higartil hevur verið partur av Lestrarskrivstovuni á Fróðskaparsetur Føroya. Á heimasíðuni hjá ASK1 finna vit hesa endamálsorðing:

“ASK gevur vegleiðing til lesandi. Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni er slagorðið hjá ASK… ASK kann vegleiða teg um tínar møguleikar, um tú ætlar tær at útbúgva teg í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.”

Í lýsingini eftir útbúgvingarvegleiðara til Studna stendur m.a. hetta:
”Vit sóknast eftir einum eldhugaðum útbúgvingarvegleiðara, ið vil standa á odda fyri at veita yvirskipaða vegleiðing og kunna um útbúgvingarmøguleikar og lestrarstuðul bæði í Føroyum og uttanlands.

”Høvuðsuppgávurnar hjá útbúgvingarvegleiðaranum eru m.a.:
- at vegleiða fólki, sum ætla sær undir hægri lestur uttanlands
- at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum
- at kunna um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands
-at veita lesandi beinleiðis vegleiðing og praktiska hjálp, serliga teimum, ið ætla sær uttanlands at lesa hægri lestur
- at vegleiða fólki innan avriksflutning (merit) og skiftislestur
- at kunna og vegleiða um lestrarstuðulsmøguleikar og treytir, serliga innan ÚSUN økið
- at kunna um Nordplus og vegleiða umsøkjarum í hesum sambandi
- at skipa fyri enskum málroyndum (IELTS)
- at skipa fyri kunnandi átøkum
- at ráðgeva lestrarvegleiðarum”

Við hesum í huga, metir nevndin í VF, at avgerðin um at umskipa og flyta ASK er røtt. Hetta er tí at endamálið við starvinum nú fer frá at veita vegleiðing til lesandi til at veita vegleiðing til allar borgarar. Av tí sama gerst tað lættari hjá føroyingum at søkja sær vegleiðing. Men tað, at Studni setir ein umsøkjara í starv, sum ikki hevur vegleiðaraútbúgving, royndir ella innlit í vegleiðing vísir, at Studni ikki er rætta staðsetingin til starvið.

Í 2013 skipaði Fróðskaparsetur Føroya fyri útbúgvingini Master í vegleiðing, og var orsøkin og endamálið við útbúgvingini m.a. soljóðandi:

”Stórur tørvur er á útbúnum vegleiðarum í Føroyum, bæði innan fólkaskúla, miðnám, aðrar skúlar, á Fróðskaparsetrinum og á arbeiðsmarknaðinum. Uppgávur vegleiðarans eru fjøltáttaðar og fevna m.a. um øll viðurskifti, ið hava við lestur, lestrartøkni, trivnað og val av útbúgving og yrki at gera. Til at nøkta hendan tørv, hevur Mentamálaráðið boðað frá, at útbúgving av vegleiðarum skal raðfestast í 2013.

Málið er at førleikamenna virkandi og nýggjar vegleiðarar, at menna vegleiðing í Føroyum, og at professionalisera vegleiðarar og vegleiðarayrkið, eins og siðvenja er í londunum rundanum okkum.”

Við setanini av einasta fulltíðar setta útbúgvingarvegleiðaranum í Føroyum, vísir Studni, at tey ikki skilja týdningin av lívlangari læru og vegleiðing. Nevndin í VF metir, at tað er ein háðan mótvegis vegleiðarayrkinum, at Studni setir umsøkjara í starvið, sum hvørki hevur útbúgving ella royndir í vegleiðing, serliga tá vit vita, at umsøkjarin hevur fingið starvið framum umsøkjarar við vegleiðaraútbúgving og drúgvum royndum.

Afturat hesum metir nevndin í VF, at tað er undir alt lágmark og óskiljandi, at Undirvísingarstýrið undir MMR, sum leiðarin á Studna virkar undir, yvirhøvur góðkennir setanina.

Spill av almennum pengum og orku
Sum áður nevnt hevur Holger Arnbjerg starvast á ASK hesi seinastu 18 árini, og hevur hann hesa tíðina lagt stóra orku í at mynda og menna starvið soleiðis, at lesandi og onnur, sum ætla sær undir lestur í Føroyum og uttanlanda kunnu søkja sær vegleiðing og praktiska hjálp, tá tey ynskja at søkja inn á ymsar útbúgvingar.

Harafturat hevur hann ment samstarvið við vegleiðara- og útbúgvingarstovnar uttanlanda soleiðis, at føroyingar nú eins lætt kunnu søkja inn á útbúgvingar í øðrum londum enn í Danmark.

At ASK nú verður umskipað og staðsett í Studni merkir, at pengar fylgja við starvinum. Á s. 119 í uppskotinum til Løgtingsfíggjarlóg fyri 2019 síggja vit, at: "Játtanin til Studna hækkar 800 tús. kr. vegna lønarhækkingar í 2018 og 2019, og tí virksemið hjá Altjóða Skrivstovuni er flutt frá Fróðskaparsetrinum til Studna. Endamálið er at savna á einum stað yvirskipaðu kunningina og vegleiðingina um útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar í Føroyum og uttanlands."

Nevndin í VF hevði ta fatan, at virksemið, sum Holger Arnbjerg hevur ment á ASK, skuldi halda áfram í nýggja starvinum í Studna. Uppgávurnar, sum Holger Arnbjerg hevur rikið eru nevndar í starvslýsingini, men júst hesar orðingar gera, at nevndin undrast stórliga á, hví Studni velur at seta umsøkjara, sum hevur eina fyrisitingarliga útbúgving og ikki útbúgving í vegleiðing í starvið.

Ein útbúgvingarvegleiðari hevur, sambært Rie Thomsen, granskari á Aarhus Universitet í Danmark4:
- Eina breiða og djúpa vitan um útbúgvingarskipanir, arbeiðsmarknað, førleikakrøv og møguleikar.
- Skil á upptøkukrøvum, frávikum og stuðulsmøguleikum.
- Kennir og dugir at nýta ástøðiligt grundaðar spyrji- og lurtihættir, sum hjálpa øllum fólkum til innlit, hugsan, viðurkenning, greidleika og gerð í smb. við útbúgving og framtíðar (arbeiðs-) lív.
- Førleika til at meta um móttakarabólkar í smb. við útbúgvingarfyrireikandi møguleikar.
- Er mentur at veita vegleiðing til einstaklingar og smáar og stórar bólkar, og at skifta millum leiklutin sum serfrøðingur og slóðari.

Nevndin í VF metir ikki, at nakað er galið við sjálvari útbúgvingini cand.scient.adm. ella umsøkjaranum í sjálvum sær, tí hetta er ein fín útbúgving at hava, um tú ynskir at starvast innan fyrisiting, politik, leiðslu við meira.

Tað, sum er galið er, at Studni velur at seta ein við hesari útbúgving og lítlum og ongum royndum í eitt starv, sum krevur omanfyri nevndu førleikar og royndir innan vegleiðing. Hetta merkir, at orkan, sum er farin til at menna virksemið í ASK, fer fyri skeyti, og at byrjast má av nýggjum. Hetta merkir eisini, at pengarnir, sum fylgja við starvinum, eru burturspiltir.

Avgerðin hjá Studna er óskiljandi, serliga tá havt verður í huga, at 29 umsóknir vóru til starvið, og at í minsta lagi tveir av hesum umsøkjarum bæði hava staðið kandidat innan undirvísing og Master í vegleiðing, har hvør útbúgving sær geva 120 ECTS. Harafturat hava báðir umsøkjararnir drúgvar royndir innan útbúgvingarøki og vegleiðing. Tað er óskiljandi og átaluvert. Við setanini vanvirðir Studni ikki einans vegleiðarayrkið, men eisini borgarar, sum hereftir ynskja at søkja sær vegleiðing.

Nevndin í VF metir, at Studni átti at søkt sær vegleiðing frá vegleiðaraserfrøðingi, áðrenn søkt varð eftir nýggjum útbúgvingarvegleiðara til Studna. Eisini átti vegleiðari at verið partur av setanarnevndini, so at umsøkjari við hóskandi førleikum varð settur. Hetta er ikki gjørt, og er úrslitið, at einasti fulltíðarsetti vegleiðarin í Føroyum, hvørki hevur útbúgving, royndir ella innlit í framtíðar yrkið sítt.

Hetta góðtekur nevndin í VF ikki, og mótmæla vit tí harðliga setanina av nýggja útbúgvingarvegleiðaranum í Studna.

Vit meta, at setanin eigur at verða tikin aftur beinanvegin, og at annar umsøkjari við hóskandi førleikum verður settur í starvið, so at borgarin framhaldandi fær tað tænastu, sum teimum tørvar.

Vegna Vegleiðarafelag Føroya
Ester Poulsen, forkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo