Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 2017. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 219 fólkum og næstan líka nógv í Eysturoy við 204 fólkum.

Meira áhugavert er, at verður hugt eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum, er hann nógv størstur í Vága sýslu við 2,5%,  í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin við 2,2% og í Eysturoyar sýslu við 1,8%.

So er eitt lop niður til Norðoya sýslu og Tórshavnarøkið við ávikavist 1,2 og 1,1%. Og síðani aftur eitt lop niður til Suðuroy bert 0,2% og Sandoyar sýslu við eini minking á 0,5%.

Síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri góðum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum.

Tað broyttist nú í fjør, so tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum: í 2017 átti Tórshavnarøkið 32% av fólkavøkstrinum, samanborið við 55% í 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo