Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Tórsvøllur er við at fyllast nú dómarin skjótt fer at brígsla so dysturin byrjar millum Føroyar og Portugal. VP fer at skriva frá dystinum.

Skansin setur sín stóra dám á dystin, og nú er dysturin byrjaður og tað kókar, serliga tá ið Føroyar fáa bóltin.

Skjótt 10 minuttir leiktir og støðan er framvegis 0-0. Føroysku leikararnir hava staðið seg væl í nærdystunum móti europameistarunum.

Portugal hevur lagt seg á odda. Silva skoraði fyri Portugal.

Portugal hevur fingið eitt fríspark beint uttanfyri 16-meturin og Ronaldo tekur tað, men skjýtur einar 5 metrar omanfyri málið.

Silva hevur skorað sítt mál nummar 2.

Ronaldo var feldur inni í 16-metrinum og vildi hava brotsspark, men dómarin var ikki samdur við honum í tí.

Silva hevur skorað sítt triðja mál.

Seinni hálvleikur er byrjaður aftur.

Ronaldo royndi seg við einum frísparki, men bólturin fór einar tveir metrar viðsíðuna av málinum.

Føroyar hava ment seg munandi í seinna hálvleiki.

Atli Gregersen fekk gult kort, og nakað seinni fekk Pepe gult kort, sum ikki er nakað óvanligt.

Aftur eitt vandamikið fríspark til Portugal, sum tó ikki gjørdist til nakað.

Føroyar hava fingið hornaspark og nú er meira lív í aftur. Føroysku áskoðararnir eru livnaðir.

Shaki kemur inn nú.

Ronaldo hevur skorað sítt fyrsta mál, so nú er støðan 4-0 til Portugal. Ikki gott.... Bara tað ikki verður skrædl. Gelson kemur inn fyri Portogal. Kvikur og góður leikari.

Gunnar bjargar einum skoti og beint aftaná einum skallara frá Pepe.

4748 áskoðarar eru á Tórsvølli í kvøld.

Atli Gregersen verður skiftur út.

Brandur verður skiftur út og inn kemur Kaj Leo í Bartalsstovu.

Moutinho kemur inn fyri Portugal, og Marioi fer út.

Vanliga leiktíðin eftir at leika er um 10 minuttir.

Portugal hevur fullkomið kontroll á støðuni, og eina trygga leiðslu.

Færoyar høvdu eitt álop men ikki vandamikið.

Mountinho hevur skorað fyri Portugal til 5-0.

Cancelo skoraði í síðstu løtu til 6-0 til Portugal og løtu seinni blásti dómarin dystin av.

Fylg við beinleiðis

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo