Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Í dag 1. oktober fær Ven nýggjar eigarar, tað eru tær báðar Jana Egholm og Maria Samson.

Tær báðar hava valt at royna nýggjar leiðir, og hava fyri stuttum stovna Make Sense, har tær m.a. veita kostráðgeving. 

Kostur og rørsla fylgjast, og eru við til at skapa ein sunnari lívsstíl, og tí settu tær seg í samand við eigararnar av Ven at hoyra um teir vóru áhugaðir at selja.

Eftir eitt sindur av umhugsunartið kom semja í lag.

- Eftir at hava ment og rikið Ven í 11 ár, hava vit valt at selja. Vit halda at Maria og Jana kunnu menna venjingarmiðstøðina víðari, og koma við nýggjum spennandi innputti. Vit vilja eisini nýta høvið at takka viðskiftafólkunum fyri tíðina, og ynskja nýggju eigarunum bestu eydnu, sigur Tróndur Ravnsfjall.

- Vit gleða okkum til nýggju avbjóðingina, siga Jana og Maria, og hava tær longu meldað seg til ymisk instruktør skeið, og ætla eisini at bjóða ymisk hold í vetur/vár.

Í samband við yvirtøkuna, verður Ven stongt leygardagin 5. okt.

Ven letur upp aftur sunnudagin 6.okt sum vanligt. Frá kl 13-16 verður ein lítil móttøka, har tað verður møguleiki, at heilsa uppá nýggju eigarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo