Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Komandi vikuskiftið skipar Róðrarsamband Føroya fyri venjingarlegu í inniróðri fyri útvaldum rógvarum.

Venjingarlegan verður í hølunum hjá Brandstøðini á Oyggjarvegnum.

Róðrarsambandið gjørdi fyrr í ár avtalu við navnframa danan Eskild Ebbesen, sum ger venjingarætlanir til føroysku rógvararnar. Eskild kemur í hesum sambandi til Føroya komandi vikuskiftið at leggja rógvarunum lag á.

Smáir fyrilestrar vera á skránni, Eskild fer at venja við rógvarunum og annars hjálpa teimum so væl, hann kann.

Róðrarsambandið hevur valt ein bruttuhóp, sum telir 18 fólk. Tríggir av rógvarunum eru 14 ár, meðan restin eru eldri.

Vant verður fram til HM í Boston, sum verður komandi ár. Eisini fer Róðrarsambandið at senda rógvarar til DM í Gladsaxe. Hesar báðar kappingarnar hava hægstu raðfesting hjá Róðrarsambandinum. Men tað eru eisini aðrar kappingar, sum Róðrarsambandið hevur í huga at senda rógvarar avstað til.

Tey úttiknu til bruttohópin eru hesi:

Sarita Hansen
Inga Weihe
Bergur R D Jensen
Toni Dam
Dánjal Martin Hofgaard
Olaf Vestergaard
Jens Kristian Dam
Kemm Weihe
Johnleif Hansen
Bogi Olsen
Óli Hansen
Johannes Olsen
Brandur Kjølbro
Hermann Samuelsen
Fríðjohn Eltør

Eskild kemur til Føroyar fríggjadagin 30. oktober og fer aftur til Danmarkar sunnumorgunin 1. november.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo