Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Kringvarpið: Føroysk ítróttarfólk blíva av og á kannað, um tey taka ólóglig evni, sum hoyra undir bólkin doping.

Men talan er bert um ítróttarfólk, sum eru limir í Ítróttarsambandi Føroya, og tað er ein trupulleiki, heldur forkvinnan í dopingnevndini.

- Tað er ein samfelagsligur trupulleiki, tá mann hugsar um hví mann kannar fólk fyri doping. Vit kanna okkara fólk fyri at tryggja, at tað ikki skal vera møguligt at svika í kappingum, men hugsar mann um heilsuna, so er tað ein trupulleiki, at tey, sum ikki eru limir í ÍSF ongantíð blíva kannað, sigur Annika Lindenskov.

Sølvi Winther Olsen er lækni og situr eisini í føroysku dopingnevndini, sum tilsamans telur trý fólk. Hann er heldur eisini, at tað er ein trupulleiki, at bert ávísar ítróttargreinar fáa vitjan av dopingnevndini.

- Í roynd og veru eru tað motionistar og fólk í venjingarmiðstøðunum, sum áttu at blivi kannað. Serliga hugsi eg um hesar ungu dreingirnar, sum eru nógv í venjingarmiðstøðum, og sum brádliga byrja at vaksa seg óvanliga stórar. Tað eru júst tær týpurnar, sum áttu at verið kannaðar. Men av tí at venjingarmiðstøðirnar ikki eru partur av ÍSF, so verður tann bólkurin av ítróttarfólkum ikki kannaður, sigur Sølvi Winther Olsen.

Í morgunsendingini fortaldu Annika Lindenskov og Sølvi Winther Olsen um dopingeftirlit í Føroyum.

Hoyr innslag her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo