Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Tað letur seg ikki gera at stýra fiskiskapi við døgum eina, tí dagarnir hava so ymist virði, alt eftir reiðskapi, skipastødd, motorstødd og mongum øðrum faktorum.

Tað er tí neyðugt, at tað til hvørt einstakt veiðiloyvi er knýtt ávís veiðuorka, útroknað í mun til reiðskap, skipaslag og motorstødd.

Harafturat ein røð av umrokningsfaktorum at nýta, tá ið veiðirættindi verða flutt millum skip.

Uppaftur aðrar reglur galda, tá ið skip við veiðiloyvi verður skift út við annað skip.

Hesar reglur vóru teoretiskar, órættvísar og fløktar, tá ið fiskidagaskipanin varð sett í gildi.

Og so hvørt mann hevur rent seg í trupulleikar, eru tillagingar gjørdar í lógini, sum hvørja ferð, umframt at hava loyst ávísan trupulleika, samtíðis hava skapt fleiri nýggjar, til fiskidagaskipanin at enda í dag mest líkist einum fløkjustampi, sum eingin er mentur at greiða.

Ikki ein gang Fiskimálaráðið sjálvt.

Eg havi sjálvur, í mínum arbeiði sum ráðgevi hjá reiðarum, ið hava skula bygt nýtt, umbygt ella skaffa sær annað skip, sæð, at hvørki reiðarar, teirra sakførarar ella Fiskimálaráðið sjálvt, hava kunna greitt fløkjuna, at flyta veiðiloyvi á annað far, tí so nógv ymisk atlit vóru at taka í lóg, kunngerðum og mannagongdum.

Hví skal ein fiskivinnuskipan verða so fløkt, at hvørki reiðarar ella myndugleikar finna út av henni?

Koyri hasa fiskidagaskipanina á vestfallið.

Nýtið kvotur, og lat reiðarar so sjálvar um nær, hvar og hvussu teir fiska.

Tá nýtast hvørki veiðiloyvi, ásett veiðuorka, umrokningsfaktorar og fyri so vítt heldur ikki stongdar leiðir.

Tí fiskar reiðarin tað hann eigur kvotu til og onki annað, er ikki neyðugt við aðrari regulering.

Fiskiskapur, reguleraður við kvotum, kann tí skipast sera einfalt við at luta kvotur og hava eftirlit.

Annað nýtist ikki.

Uppskotið hjá samgonguni til nýggja fiskivinnunýskipan líkist tíverri eisini einum fløkjustampi.

Tað kundi saktans verið meira einfalt.

At fiskiskapurin hjá trolarum og línuskipum á landleiðini verður reguleraður við kvotum, er tó eitt stórt framstig.

Vóni so sanniliga, at hesir, sum vera reguleraðir við kvotum, sleppa inn á stongdar leiðir.

Tí hví skuldu teir ikki tað, um teir einans fiska tað, teir hava kvotu til?

Thormund Johannesen
Skipsførari og skipsverkfrøðingur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo