Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Politikkur

Tað var funnist at vitjanini hjá danska forsætisráðharranum og krúnprinsinum upp undir fólkatingsvalið, men hvussu er við menningarkvotunum, nú løgtingsvalið nærkast?

Norðlýsið skrivar í leiðaranum í dag at vit eru nú komin út í juni, og framvegis eru ongar menningarkvotur fyri 2019 útskrivaðar.

- Fiskimálaráðið fekk annars handað tilmælið um tær tann 6. mai, og tann 9. mai segði fiskimálaráðharrin við Kringvarpið, at tað skuldi verða avgreitt “so skjótt sum gjørligt”.

- Men søgan frá í fjør, tá viðgerðin í Fiskimálaráðnum dró langt út, endurtekur seg aftur í ár. Og Sandoy Seafood hevur kastað handklæðið í ringin.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo