Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Føroyska bíbliufelagið skrivaði hetta á síni heimasíðu fyri umleið 4 árum síðani (2014).: ”Hans Jacob Joensen, fyrrverandi bispur, er í løtuni í ferð við at umseta bíbliuna av nýggjum. Mál hansara er at gera eina ”økumeniska umseting,” sum allir kristnir bólkar í Føroyum kunnu semjast um at brúka.” Hetta hugskot hava allar samkomur tikið ímóti uttan undantak. Vit kunnu m.a. eisini lesa hetta á heimasíðu bíbliufelagsins: ”Tann 19. nov. 2012 fekk Føroyska bíbliufelagið handað rættindini til Dahl/Viderø-Bíbliuna. Vit gleddust henda dagum fyri stóra áhugan í fólki okkara og innan føroysk kirkju- og samkomulívið fyri hesi søk - eisini frá brøðrunum. Eitt alment skriv frá Richardi Danielsen, sála, var góður lestur.

Henda grein er ætla til ”sonn trúgvandi” um at varða seg fyri hesum fyribrigdinum ”verðinskirkjan og økumeniska rørslan.” Hetta fyribrigdi er samstundis eitt av mongu endatíðarinnar teknum ið bíblian profeterar um, og eitt greitt tekin um fráfall frá hinum livandi Guði, skapara himins og jarðar!

Tað finnist ein stórur tanki ið leggur rygg til økumenisku rørsluna, - og tað er einleiki teirra trúgvandi. Kristin einleiki er neyvt samanbundin við kristindómsins lyndi. Ì sínum margfeldi er Guðs samkoma hóast alt ein. Henda Guðs samkoma verður í skriftunum kallað fyri ”Kristi likam,” og sagt verður, at sjálvt um likamið hevur nógvar limir (kropspartar, so sum armar, bein, oyru, eygu o.s.frv.), so er kortini bert eitt likam talan er um. (1. Kor.: 12 : 12 - 13).

Her verður tosað um nakað ið er nógv meir og størri enn bert reinur menniskjaligur felagsskapur. Einleiki er nógv meir og størri enn semja. Kristin einleiki er einleiki í Kristusi og hevur sínar djúpastu røtur í Kristi sáttargerð, tá Hann við Sínum krossdeyða gjørdist bót fyri syndir várar, ja, fyri allar heimsins syndir (1. Jóh.: 2 : 2) og at Guð á henda háttin gjørdi alt sátt við seg gjøgnum son Sín, Jesus Kristus. (Kol.: 1 : 20). Sjálvandi fáa hesi ting og sakir bert galdandi virðir fyri tey ið velja at trúgva á Jesus Kristus, Syni Guðs, og av sonnum gerast sátt við Guð. Ein má ongantíð billa sær inn, at Guð hevur gjørt seg sáttan við heimin, so sum mong royna at fáa tað til, men tað skal skiljast beint øvugt. ”Verðið sátt við Guð!” Til tess krevst umvending og trúgv! (Àps.: 26 : 20).

Innanhýsis einleiki hinna trúgvandi er sprottin út frá hesum samfelagi Kristusar. Tann, ið trýr á Jesus Kristus, hevur fingið Guð til Faðir og tískil føddur av Honum. Harvið eru øll tey trúgvandi systkin, brøður og systrar, og skriftirnar læra m.a. hetta: ”Hvør tann, ið trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi, og hvør tann, ið elskar Faðirin, elskar eisini tann, sum føddur er av Honum.” (1. Jóh.: 5 : 1).

Samfelag teirra heløgu hevur sína rót í loyniligu sameining hins trúgvandi við Jesus Kristus og er ein frukt av tí lívi, ið er fjalt við Kristusi í Guði. (Kol.: 2 : 3). Jesus hevur sjálvur sagt, at einleiki teirra trúgvandi er av sama slagi sum tann guddómligi einleikin, ið er til staðar millum Faðirin og Sonin. (Jóh.: 17 : 21).

Hetta avdúkar fyri okkum tað, at tann kristni einleikin er ikki nakað ið skal skapast av okkum menniskjum, tí at kristin einleiki er av guddómligum og ævigum uppruna. Hetta er ein einleiki ið strekkir seg langt út um hetta jarðarlívið og sum kemur at standa sína varandi roynd, eftir at øll jørðisk bond eru slitin sundur. Her er ikki talan um ein ytri einleika, ikki ein samskipaður felagsskapur ella ein áhugafelagsskapur, hvar tú kann ella má tekna teg sum lim. Ei heldur er talan um sínámillum menniskjalig semja og fatan. Nei, kristin einleiki er einleiki Heilaga Andans.

Men hesin Andans einleiki má og skal varðveitast. (Efes.: 4 : 3).

Einleiki teirra trúgvandi má geva seg til kennar sum ein sjónligur og verkligur veruleiki hjá Jesu Kristi fylgdarfólki. Tað er júst hetta, ið Jesus sjálvur biður um í Síni høvuðsprestaligu bøn. Her gongur tað fram, at einleiki teirra trúgvandi má koma til sjóndar á ein slíkan hátt, at hesin heimur skal kunna leggja hetta til merkis og av teirri grund koma til trúgv á Jesus Kristus. ”Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir - at tit hava kærleika hvør til annan." (Jóh.: 13 : 35).

Tíverri restar so ómetaliga nógv í hjá kristindóminum á okkara døgum og megna at kunna vísa fram henda Andans einleika og kærleika, ið Jesus prædikaði um. À okkara døgum er samkoma Guðs í stríði við seg sjálva og er sundurtæga í óteljandi flokkadráttir, ættflokkar og loyniligar klubbar v.m.. Hvør bólkur gongur í sínum lagi og framber hvør sína egnu læru og undirvísing. Felags fyri teir allar er, at hesir klubbar og bólkar hava mist evnini til at fokusera uppá ”Kristusar læru!” (2. Jóh.: 1 : 9). Økumeniska rørslan vísir á hesa spjaðing og sundurtæging sum kristindómsins stóra, álvarsama syndin á okkara døgum, og har hava tey so grein í sínum máli. Sonn trúgvandi eiga tí ikki at sníkja sær undan hesi avbjóðing at tala guðsóttandi og guðfrøðiliga um einleikan í Kristusi. Tann einleikin ið bert er at finna á tí teoretiska og teologiska støðinum, er í øllum førinum ikki tann einleikin, id Jesus bað fyri og harvið eisini álegði Sínum lærisveinum at føra út í lívið. 

Tað álvarsama sum liggur í hesi sundurtæging og spjaðing innan kristindómin er ikki fleirheildin og margfeldin sum so, men tað er nógv meiri tann avbyrgingin og kuldin ið ger seg galdandi millum kristin menniskjur og kristnar samkomur. Sertrúarhugsanin (sekterisman) og floksstovnan av ymiskum sløgum (blandingur av kristindómi og politikki) ið framleiðir syndigar tilburðir innan kristnu rekkirnar, verður ikki handfarið í nóg stórum álvara við at steðga hesum tilburðum. Av tí sama verður strembanin eftir einleikanum í Kristusi ei heldur tikin í álvara. 

Og tað eru júst hesi ið eiga hin kristna kærleikan til brøður og systrar, ið einamest uppliva hesar hendingar sum sera pínufullar í samkomu Kristusar. Hóast tílíkar sundurlimandi mannagongdir hava funnið stað í áravís og mong vóru vitandi um, at Andans einleiki var møguligur at uppnáa, so má henda sundurlimingin av Kristi samkomu hava verið kend sum nærum ikki til at halda út.

Mong av teimum ið fáast við hetta økumeniska arbeiði, fremja hetta í eini góðari meining, men eru kortini blindaði onkursvegna soleiðis, at tey hvørki síggja ella skilja sannleikan, tvs. ”Kristusar læru!” Eftirsum at mong íhaldssinnaði ella afturhaldssinnaði evangelisk trúgvandi eru avvísandi vegna hesum sokallaða nýmótans, samtíðarligu økumenisku rørsluni, so eru fleiri orsøkir til hetta. Fyrst og fremst er orsøkin tann, at økumeniski framferðarhátturin innan virkisøki í Ráði Heimskirkjunnar (Kirkernes Verdensråds regi) ikki er sambæriligur við tað, ið bíblian lærir um einleika kristindómsins.

Einleikin ið bíblian tosar um, er einleiki Heilaga Andans. Einleikin ið Ráð Heimskirkjunnar leggur fyri dagin, er fyrst og fremst ein fyriskipanarligur (organisatoriskur) einleiki. Kristindómsins einleiki eftir skriftunum er einleiki í trúgv, men tann nýmótansliga, økumeniska heimsrørslan hevur onga tílíka felagstrúgv yvirhøvur (Róm.: 1 : 12). Einleiki eftir bíbilskari fatan, er samfelag teirra heiløgu. Nýmótans økumeniska rørslan fremur eina roynd í at skapa einleika millum lív og deyða, at skapa einleika millum ljós og myrkur. Men her eru skriftirnar púra greiðar í sínum máli: ”Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi!?” Her verður klárt og greitt ávara ímóti at fremja ein falskan einleika, og tí eru boðini sólaklár: "Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum - sigur Harrin - og nemið einki óreint!” (2. Kor.: 6 : 14 - 18). Ì Jesu bøn vegna einleikan hjá teim trúgvandi verður avdúkað, at sonn trúgvandi eru ikki av hesum heimi og av teirri grund hatar heimurin tey trúgvandi tvs., tey, ið trúgva á son Guðs, Jesus Kristus. (Jóh.: 17 : 14). Einleiki teirra trúgvandi er Guðs ætlan! Men ein einleiki millum tey trúgvandi og heimin, er djevulsins dagsskrá!

Verðinskirkjan er málið hjá tí økumenisku rørsluni, ið náast skal. ”Ein kirkja fyri eina verð!” Men hesin málsetningurin at royna at samla allan heimsins kristindóm í ein fyriskipanarligan einleika (organisatoriska eind), er eitt fullkomiliga ókent bíbilsk fyribrigdi og sera vandamikið. Hetta hevur als einki við ”Kristusar læru” at gera. Um nú ein slíkur kirkjuligur felagsskapur var ein ætlan Guðs fyri samkomu Sína, so er tað sera løgið hví Hann so skal hava bíða í umleið 2000 ár við at seta hetta í verk? Rætta tíðspunktið at sett eina tílíkan skipan í verk, mátti tá veri við stovnsetanini av samkomuni her á fold á hvítusunnudegi í forum.

Men tær fyrstu kristnu samkomurnar vóru innanhýsis fríar og sjálvstøðugar. Har finnast ongar ábendingar yvirhøvur í Nýggja Testamentinum um nakra organiseraða samanknýting av teimum upprunaligu samkomunum. Ei heldur fanst nakar yvirvaldsstovnur ið valdaði yvir frumsamkomunum. Hetta má eisini sigast at vera merkisvert av teirri grund, tí at ápostlarnir tá vóru framvegis á lívi og tí at kristindómurin enn ikki hevði útbreitt seg so nógv og so langt, at ein tá saktans kundi havt lagt samkomurnar undir eina felags leiðslu ella eitt ráð sum t.d. tað jødiska ”Sanhedrin!”

Kristinheimurin hevur ongantíð hildið so væl saman og verið meiri samlaður og hartil havt ein djúpari einleika, enn á síni fyrstu tíð við síni fríu samkomu og samkomuviðurskiftir. Ì Nýggja Testamentinum kunnu vit leggja til merkis, at samkomurnar í forum vóru samanknýttar vegna salvaðar prædikumenn ið reistu frá samkomu til samkomu og tæntu hesum við teim náðigávum, ið Guð gjøgnum son Sín, Jesus Kristus, hevði salvað hesar prædikumenn við, men sum sanniliga eisini arbeiddu við hondum sínum hvar enn teir komu.

Men tað er fyrst eftir ápostlanna tíðarskeiði, at kappingarstríðið (rivaliseringin) millum samkomuleiðarnar byrjaði, og leiðarnir í teim størru samkomunum átóku sær myndugleikan sum biskupar yvir teim smærru samkomunum. Henda fyriskipandi (organiserandi) samlingin av samkomunum virkaði andaliga órøkt og afturgongd ið samstundis bleiv ein partur av tí eftirfylgjandi og umfatandi, andaliga fráfallinum ið til endans førdi til, at biskupurin í Róm útnevndi seg sjálvan til valdsharra og páva yvir kristinheimin.

Hesin framferðarháttur minnir nógv um tað ið hendi í Ìsrael við byrjanini til kongatíðina. Ætlan Guðs við fólki Sínum var, at Hann sjálvur skuldi verða kongur ìsraels. Men tá fólkið setti fram krav um at fáa ein kong yvir sær á sama hátt sum heidningafólkasløgini rundan um tey høvdu, varð hetta eitt avgerðandi stig burtur frá ætlan Guðs og vilja Sínum við fólkinum. Men eftir einum tíðarskeiði yvir tvey ættarlið kom klovningur í fólkaskaran, og Ìsrael gjørdist eitt sundur spjaldra fólk líka so leingi sum kongadømi stóð við síni makt. À sama hátt hevur hetta hent við tann partin av kristna heiminum, ið ikki hevur verið nøgdur við at hava Jesus Kristus sum høvur samkomunnar og ”einasta valdsharra og Kong!” Tað, ið ein roknaði við skuldi samla kristinheimin, førdi til tað mótsatta. Ferð eftir ferð gevur hetta seg til kennar: ”Fyriskipan (organisatión) savnar ikki, men spjaldrar sundur.

Royndin at savna allan kristinheimin undir eitt mannahøvur, gjørdist niðrandi, eyðmýkjandi og mannminkandi fyri Kristi samkomu sum broyttist til eina pávakirkju og ein skipandi stovn, ið gjøgnum øldir hevur umboðað sítt serstaka fráfall í hesum heimi. Eitt fráfall frá hinum livandi Guði, skapara himins og jarðar. Tá nú nýmótans økumeniska rørslan aftur roynir at savna kristinheimin undir eina fyriskipaða (organisatoriska) yvirvaldsskipan, so er hetta bert ein endurtøka av villleiðingini í kristinheiminum. Tann fyrsta fráfallsgrøðin var pávakirkjan, men tann búnandi nútíðar fráfallsgrøðin verður til eina antikristiliga verðinskirkju sum í opinberingsbókini verður kalla fyri ”hin stóra skøkjan!” (Opinb.: 17 : 5 og 15).

Tann økumeniska rørslan, soleiðis sum hon upptraðkar í dag, er uttan iva byrjanin til hina síðstu verðinskirkjuna. Av tí sama er økumeniska rørslan á okkara døgum eitt klárt ”endatíðarinnar tekin!”

Uttan iva finnist ein brennandi hugsjónarandi aftan fyri eina tílíka fyriskipan (organisatión) sum ”Heimsráð Kirkjunnar.” Men ein má heldur ikki vera blindur yvir fyri tí, at í hesum býr eisini ein stór ”ærusjúka, ørilsi og tráan eftir hæddum.” Alt tað, ið er stórfingið og bergtakandi, hevur eina undarliga, lokkandi og tølandi megi á menniskjum, og hetta tól spælir eisini økumeniska rørslan uppá. Men henda velduga verðinskirkjan, ið er málið sum skal náast hjá økumenisku rørsluni, er í roynd og veru nakað heilt annað enn hin vanvirda og jagstraða blóðvitniskirkjan ”uttanfyri tilhaldið” (Hebr.: 13 : 13), ið tær fyrstu kristnu øldir kendu alt ov væl til.

Yvirhøvur eru mong ivingarsom ting ið geva seg til kennar viðvíkjandi nýmótans økumenisku rørsluni, bæði tá tað snýr seg um samfelag og stev, og tá tað snýr seg um stevnumiðið. Her verður hugsa um bæði lærusetningar og kirkjulig viðurskifti ið koma inn í myndina. Hartil stendur økumeniska rørslan uttan iva í einum serstøkum profetiskum sjónarhorni sum eitt av mongu ávaringarteknum, ið fráboða Harrans afturkomu fyri teimum sonnu trúgvandi.

Tá tað snýr seg um himpr vegna læruni, so fyrikemur henda margháttliga støðan, at Heimsráð Kirkjunnar hevur sum grundarlag eina yvirlýsing, ið eftir sínum bókstaviliga týdningi eftir øllum at døma er fult út nøktandi. Yvirlýsingin er soljóðandi: ”Heimsráð Kirkjunnar er eitt samfelag av kirkjum ið játtar/viðurkennir vár Harra Jesus Kristus sum Guð og Frelsara í samsvar við Hina Heiløgu Skriftina, og tí saman at royna og fullføra sítt felags kall til Guðs, Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans æru.”

Um nú orð hava sín vanliga týdning, so hava vit her eina trúarjáttan ið eftir øllum at døma skuldi verið nøktandi fyri øll kristin menniskju. Tað, ið veruliga hendir her er, at modernisman hevur í stóran mun eydnast í at undirgrava kristinleikans stóru søguligu trúarjáttanir og gjørt hana til bert eina reina ímyndarliga (symbolska) framførslu av sannleikum, ið verður fata øðrvísi enn upprunaliga. Hervið leggur Heimsráð Kirkjunnar lunnar undir eina útlegging av trúarjáttanini ið ger tað møguligt hjá ”unitarismuni og modernismuni” at góðtaka hesa trúarjáttan og samstundis avnokta alt innihaldið. Støðan gerst tí tann, at modernistar ið avnokta Kristus sum Guð og unitaristar ið avnokta Faðirin, Sonin og Heilaga Andan, á ongan hátt kenna seg útihýstan frá Heimsráði Kirkjunnar, hóast grundarlag kirkjunnar heldur fast uppá bæði guddómleika Kristusar og tríeindarlæruna.  

Alt hetta skal skiljast út ífrá tí serstaka økumeniska orðatilfarinum ið er framleitt, fyri at teir konservativu bíbiltrúgvandi limirnir skulu verða nøgdir, men eisini fyri at geva modernismuni frítt spælirúm. Økumenisku leiðarnir eru bangnir fyri, at ósemja um fatanina av bíbilskum sannleikum fer at smildra økumeniska felagsskapin sundur, og tí hevur økumeniska rørslan, fyri at koma sær undan eini møguligari spjaðing av rørsluni, framleitt eitt orðatilfar og tikið í nýtslu ein tulkingarhátt, ið gevur teim somu orðum fleiri ymiskar týdningar. Av tí sama er vandin stórur fyri kristnu samkomuna vegna hesi økumenisku dupulttaluni í teirri roynd og vón at uppnáa kristnan einleika á henda vandamikla háttin.

Henda áskoðan til hesa læru er rótfest í vanliga liberalistiska sjónarmiðinum um, at Hitt Nýggja Testamentið várs Harra Jesu Krists, ikki hevur nakra læru í sær ið kann skilgreinast (definerast). Hetta er sjálvsagt ikki satt. Roynt verður at billa fólki inn, at hin kristna trúgvin ikki kann tilskilast í lærusetningum, tí at hin kristna trúgvin er nakað gátuført ið ikki kann greinast sundur og heldur ikki kann framstillast í eina røð av tilskilaðum læruformum um hvat er rætt og hvat er skeivt. À henda háttin ganga hesar kreftir ikki bara beint ímóti tí kristnu mannagongdini ið varð evna til í samkomuni/kirkjuni í fyrstu øldunum e.Kr. hvarí samkoman/kirkjan orðaði/setti saman sínar trúarjáttanir, men ein avnoktar harvið eisini egnu frálæru Nýggja Testamentis sum sigur, at sannleikin kann skilgreinast so klárt og týðiligt, at til ber uttan iva at avgera, um ein persónur er fallin frá trúnni ella ei. ”Tí, hvussu kann ein vita ella finna útav um nakar er fallin frá nøkrum, um ein ikki veit hvat ella hvørjum persónurin er fallin frá, um so er, at ting og sakir ikki kunnu greinast sundur og heldur ikki ber til at avgera hvat er rangt og rætt?” Grundsetningurin er tí, at tað kann sjálvsagt neyvt ásetast og hartil greiðast frá skilliga.

Tí er tað væl skiljandi, at tað førir mangar trupulleikar við sær fyri ”bíbiltrúgvandi kristin” at fara upp í eina rørslu, hvar í tað modernistiska yvirræði er so kraftmikið, at alt tað ið ger kristindómin til kristindóm, meira ella minni klárt og greitt avnoktast!

Veruliga málið hjá økumenisku rørsluni er ikki at fáa samband í lag millum kirkjur og samkomur, ei heldur at skapa ein samveldisstruktur millum kirkjuligar felagsskapir. Málið er at skapa eina risakirkju ið umfevnir øll trúar- og kirkjusamfeløg, írokna heidnar samkomur, tvs. ein samansmeltningur av jarni og pottaraleiri, trúgvandi og vantrúgvandi. Samanblandingur av jarni og leiri er ein legering ið ikki heldur saman, og tí er tað løgi, at hetta verður roynt at gjøgnumføra kortini og boðar hetta okkum bert frá, at hesi menniskju eru ikki væl upplýst um ting og sakir og tískil merkt av fáfongd. Kortini duga hesi menniskju væl at forføra onnur. (Dánjal: 2 : 41 og 43).

Verðinskirkjan er endaliga málið ið røkkast skal hjá økumenisku rørsluni, og hetta hava tilrættisleggjarnir gjøgnum tíðina klárt og greitt boða frá. Av tí sama er hetta eisini ein langtíðarætlan ið hevur staðið uppá leingi. Longu í 1910 var hesin málsetningurin klárt havdur á lofti á eini økumeniskari missiónsráðstevnu í Edinburgh. Her gekk ein inn fyri, at allar kirkjur í heiminum skuldu smeltast saman til eina verðinsumfatandi kirkju. Eftir fyrra heimsbardaga varð innkalla til økumeniskt møti í Stockholm, og á innbjóðilsinum var teksturin greiður: ”Vit biðja til og vóna, at hetta møti várt skal geva nýggja kraft til tær ymisku strembanir og fyri eini sameining av nýggjum.”

Málið hjá økumenisku leiðsluni á verðinsplani, er ikki bara ein samansjóðing av evangeliskum kristindómi og katolismuni. Ætlanin er eisini at samansmelta kristindómin við tær heidnu religiónirnar so sum ”hinduisma, buddhisma, muhammedisma og shintoisma v.m..

Heimsráð kirkjunnar varð stovna í august 1948 í Amsterdam, Holland, og eru umleið 340 kirkjufelagsskapir limir harí við tilsamans umleið 400 mill. limum stavandi frá øllum verðins heimspørtum. Høvuðskontórið liggur í Grand-Saconnex, Schweiz. Heimsráð kirkjunnar er ein altjóða ”Guðleysur” økumeniskur felagsskapur.

Sannar evangeliskar rørslur standa í eini truplari støðu í hesum økumeniska tíðarskeiðinum vit liva mitt í. Roynt verður av øllum alvi at slúsa allar evangeliskar missiónir ígjøgnum hetta verðinsráð og samstundis smelta tær saman við verðinsráð kirkjunnar. À henda hátt roynir hon eisini at fáa fult kontrol yvir teimum og enntá fáa tær evangelisku kreftirnar til at boða boðskapin frá verðinsráð kirkjunnar út í allan heimin, og sum nevnt, gongur hetta út uppá samanvevjing av øllum sløgum av religiónum írokna kristnar rørslur og hartil falsan av sonnum kristindómi. Tey kristnu sum ikki vilja góðtaka tað forfalskaðu missiónsskránna hjá verðinskirkjuni, tí økumenisku rørsluni, koma at møta fleiri og fleiri trupulleikum úti á missiónsmarkini.

• Annars kann upplýsast út frá skriftunum, at á teimum síðstu døgum stutt upp undir Harrans afturkomu, skal eitt stórt fráfall verða frá tí sonnu kristnu trúnni. Hetta fráfall gevur seg ikki til kennar á slíkan hátt, at fráfallin kristin gevast við at játta sína kristnu trúgv. Tvørturímóti vil tann fráfalni kristindómurin uppbyggja eina stóra religiøsa-politiska skipan og sum í Jóhannusar opinbering verður kallað fyri ”Hin stóra skøkjan!” (Kap.: 17 og 18). Orsøkin til at hon ber heitið ”hin stóra skøkjan” er, at hon ímyndar (symboliserar) eina samkomu sum hevur verið ótrúgv ímóti Guði og hevur sameint seg við ”Fíggindar Guðs!” Føroyska og danska bíbliufelagið eru limir í hesum ”skøkjulevnaðinum!” Av tí at generalstaburin er samansettur soleiðis í føroyska bíbliufelagnum, so vita vit við vissu hvørji tey eru í Føroyum sum hoyra til hesa stóru skøkju:

• Bergur D. Joensen, formaður í stýrinum, sóknarprestur, fólkakirkjan

• Dánial á Dul Jacobsen, næstformaður í stýrinum, hvítusunnusamkomurnar

• Jógvan Fríðriksson, forseti í stýrinum, biskupur, fólkakirkjan

• Uni Næs, stýrislimur, dómpróstur, fólkakirkjan

• Pauli Høj, stýrislimur, pastorur í Kelduni, karismatisku kirkjurnar

• Ole Jakob Nielsen, stýrislimur, listamaður, Katólska kirkjan

• Jenny Lydersen, stýrislimur, undirvísingarleiðari á Mentamálaráðnum, fólkakirkjan

• Øssur Kjølbro, stýrislimur, prestur. Aðalskrivari, Kirkjuliga Heimamissiónin

• Atli Rasmussen, stýrislimur, Kirkjuliga Missiónsfelagið, Risk & Compliance leiðari í Norðoya Sparikassa

• Tummas Lauritsen, stýrislimur (valdur á limafundi 2018), faklærari í Tekniska skúla

• Hallgerð Akurstein, stýrislimur (vald á limafundi 2018), samkomuleiðari í Soli deo Gloria

Harvið kann staðfestast, at hetta er longu hent fyri eygum okkara, at fylgjandi samkomur eru fráfalnar samkomur ið hava selt sál sína til eina stóra skøkju og longu nú í Føroyum eru savnaðar saman í eina losju ið ikki er gróðursett á hinum sanna Víntræi, sum jú er Jesus Kristus, Sonur Guðs:

Hesi eru ”Fólkakirkjan, Hvítusunnusamkomurnar, Keldan og tilhoyrandi karismatisku rørslur, Katólska kirkjan, Kirkjuliga heimamissiónin, Kirkjuliga missiónsfelagið, Soli Deo Gloria og Brøðrasamkoman”(sambært heimasíðu bíbliufelagsins - sí byrjanin av innslagnum). Øll hesi nevndu liva mitt í lygnini, sum Guð hevur villleitt tey í. Ja, tú las rætt, at Guð hevur villleitt hesi til lygnina og ikki satan, ella rættari sagt, at Guð sendir eina sterka villleiðing sum er viðvirkandi til, at tey sum ikki tóku við kærleika til Sannleikan, koma at hoppa uppá allar lygnir satans ístaðin fyri. Og hví hevur onkur kanska hug at spyrja? Býttur spurningur, tíat tað stendur jú frágreitt og ávara um í teirri bíbliu tey lesa úr, tá tey hava TEIRRA møtir. Munur er jú á tá menniskjur halda møtir og so tá Heilagi Andin bjóðar til møtir. Skriva stendur jú: ”Koma hansara (hins lógleysa) verður eftir sterku virkan Satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum og við øllum svikum órættvísinnar fyri tey, sum fortapast, aftur fyri at tey tóku ikki við kærleika til sannleikan, so tey kundu verða frelst. Tí sendir Gud teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini - fyri at tey skulu verða dømd, øll, sum ikki hava trúð sannleikanum, men havt tokka til órættvísina.” (2. Tess.: 2 : 9 - 12, -- vinarliga lesi frá vers 1 - 12).

Her skal tó sigast, at hetta ikki skal skiljast sum ein persónsfylgjan, men at ein upplýsing má til eftirsum at áðurnevndu persónar á listanum í generalstabinum í Føroyska Bíbliufelagnum umboða hvør sín fólkahóp í áðurnevndu samkomum, kirkjum o.s.frv., og sum leiðarar í slíkum samkomum og kirkjum, eru hesir gott og væl á veg til at villleiða hesar samkomulimir í eitt ævigt fortapilsi, æviga glatan. Um onkur skuldi verið so fávitskutur og heldur, at tílíkt ikki kann lata seg gera, so kann eg vísa til eina norska bíbliu ”Norsk Bibel 88” og skriva stendur í henni: ”Men det stod også fram falske profeter i folket.” >Slik skal det også blant dere komme falske lærere, slike som lurer inn vranglære som fører til fortapelse. De fornekter den Herre som kjøpte dem, og fører over sig selv en brå fortapelse!<” (2. Pæt.: 2 : 1). - Dahl/Viderø-bíblian hevur klípt tann setningin úr tekstinum hvarí tað í norsku bíbliuni stendur: ”lurer inn vranglære som fører til fortapelse”, so er tað strika burtur í teirri umseting. Tí er tað neyðugt at einstaki samkomulimurin tekur sakina í egnar hendur av teirri orsøk, at tað er sálin hjá tí einstaka sum er í vanda um vanligi møtigangarin velur at líta á hesar svikaprofetarnar í losjuklubbanum ”Føroyska Bíbliufelagið!” Og sum eisini eru leiðarar í ymisku samkomunum og kirkjunum runt um í Føroyum, og sum reklamera fyri tveimum følskum bíblium. Tit mugu vakna og rannsaka skriftirnar sjálvi júst av teirri orsøk, fyri at eingin skal kunna villleiða tykkum viðvíkjandi ”frelsu sálanna!”

Men bíblian hevur eisini mótgiftina til tey sannhjartaðu vegna hetta álvarsama fráfallið. Skriva stendur jú: ”Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur! Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi! Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar! - Vit eru jú tempul hins livandi Guds - sum Gud hevur sagt: "Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt." "Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum - sigur Harrin - og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum"; "og Eg skal vera tykkum Faðir, og tit skulu vera Mær synir og døtur - sigur Harrin hin Alvaldi." (2. Kor.: 6 : 14 - 18).

Altso rætta loysnin er ”Farið út frá teimum!” Tit møti- og kirkjugangarar! Sama ávaring er at finna í Jóhannusar Opinbering um at sleppa sær burtur frá hini stóru skøkju har skriva stendur: ”Eg hoyrdi aðra rødd úr Himli; hon segði: "Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara! Tí syndir hennara røkka líka upp til Himmals, og Gud hevur minst órættvísi hennara.” (Opinb.: 18 : 4 - 5).

Ein má bert undrast og spyrja hesar kreftir: ”Sig mær, hvat er tað fyri ein bíblia tit hava um hendur og hvønn veg venda tit henni tá tit lesa í henni?”

Men hendan fráfalna religiøsa-politiska skipanin ið her verður nevnd ”hin stóra skøkjan” arbeiðir á slíkan hátt, at hon upptekur allar almannakunngjørdar (officiellar) formar av trúarbólkum og religiøsum skipanum í sítt fang! Tann, ið hevur eygu, dugir væl at síggja, at hetta longu hevur hent beint fyri nøsini á okkum!

Av tí at hetta evnið fyllir so nógv, fari eg at runda hetta av hóast nógv, nógv meiri er at greiða frá um hetta evnið. Tekinið fyri, at verðinskirkjan gerst sjónligur veruleiki fyri øll menniskjur á fold er hetta, at tað fer fram ein full samansjóðing millum tí rómversk-katólsku kirkjuna og tí økumenisku rørsluna, og tá verður verðinskirkjan ein veruleiki og sum eisini fer at forfylgja tey sonnu kristnu her á fold. Veruligi málsetningurin hjá økumenisku rørsluni er ikki at skapa kontakt millum teir ymisku trúarbólkarnar, ei heldur at skipa eina samgongu millum samkomur og kirkjur. Endamálið er at skapa eina risastóra kirkju ið upptekur í seg øll kirkjusamfeløg á fold. Eingin ivi skal tí vera í øllum hesum, at endamálið hjá økumenisku rørsluni er ein risastór verðinskirkja, tvs., ein risastór ”Guðleys og Guðhatandi samkoma!” Hon hatar alt tað, ið Jesus Kristus stendur fyri!

Tískil eru allar hesar kreftir innan økumenisku rørsluna fíggindar av ”Hinum Livandi Guði.” Hesi halda møtir og prædika, men eru mótstøðufólk ”Kristusar.” Og Guð sjálvur stendur spyrjandi yvir fyri hesum løgna fyribrigdi: ”Kongar jarðarinnar reisast, og høvdingar leggja saman ráð móti HARRANUM og móti salvaða Hansara!” (Sálm.: 2 : 2). -- Vinarliga lesið Sálm.: 2 : 1 - 12.

Verðinskirkjuøkumenikkurin er ein korruptión av sonnum kristnum einleika og umboðar eina tøkniliga framsíðu (facadu) av einum felagsskapi, ein stovnsettan einleika ið er munandi ymiskur frá tí sanna einleika Heilaga Andans. Harvið er hesin økumeniski einleikin ein falskur einleiki. Hendan hugbirtingin um eina sokallaða kristna verðinsorganisatión, er bæði óbíbilsk og vandamikil. Men tá ið vit nú síggja, at hin kristni einleikahugburðurin bæði verður misskiltur og misbrúktur, so átti hetta at tendra okkara eldhuga at stremba eftir at sýna fram ein ektaðan, sannan andaligan og verkligan kristnan einleika. Og tað var júst hetta sum Jesus Kristus bað til Sín Faðir um hesum viðvíkjandi har skriva stendur: ”Eg biði ikki bert fyri hesum (Jesu fyrstu lærisveinum), men eisini fyri teimum, sum við orðum teirra koma til trúgv á Meg - at tey øll skulu verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær - at eisini tey skulu vera eitt í Okkum, fyri at heimurin skal trúgva, at Tú hevur sent Meg.” (Jóh.: 17 : 20 - 21).

Ja, hetta er tann einleiki Andans sum trúgvandi skulu stremba eftir og sum er grundaður á orð Guðs, men ikki á teirri orðsins grund ið snild menniskjur misnýta fyri at draga fólk til sín burtur frá Guði og Hansara Sannleikans Anda.

Ja, hetta er Guðs ætlan við teimum sonnu trúgvandi og harvið eisini fyri samkomu Guðs eins og skriva stendur um m.a. í Jóh.: 17 : 20 - 21. Enn víðari gav Jesus Kristus somu áminning til ápostulin hjá sær, Paulus, har tað er greina enn betur út hvat endamálið er við frelsu Guðs: ”inntil vit øll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapinum um Hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstarmark (aldursmál) fyllingar Krists. So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar. Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus. Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg.” (Efes.: 4 : 13 - 16).

Men økumeniska rørslan við áðurnevndu kreftum á odda, verður ikki samanbundin eftir bíbilskari uppskrift so sum hetta: ”Tí út frá Honum (Jesusi Kristi) verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur!” Nei kæru lesarar, økumeniska rørslan brúkar eitt heilt anna slag av lími til at stykkja sítt likam saman við, og hvat er tað fyri eitt lím vil kanska onkur hava at vita? Jú, Jesus hevur longu sagt tað í orðum Sínum: ”So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar.”

Økumeniska rørslan írokna Føroyska Bíbliufelgið, er ein villleiðandi og lúgvandi mannahópur ið hevur til endamáls at draga menniskjur til sín og burtur frá Guði við tí endamáli, at tjena pengar uppá óvitandi og óupplýst menniskjur í samkomunum. Skriva stendur jú: ”Í havisjúku skulu teir - við orðum, sum teir einki meina við - nýta tykkum til at fáa sær vinning. Men dómurin yvir teir stendur frá gamlari tíð ikki stillur, og undirgangur teirra svevur ikki.” (2. Pæt.: 2 : 3) - Vinarliga lesið 2. Pæt.: 2 : 1 - 3. Tvs., at skriftirnar lýsa tílika framferð sum ”skammiligur atburður.” Og eg kann ikki verða meiri einigur herí og bert siga AMEN til sanna vitnisburðin.

Símun A. Klein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo