Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Daily Mail skrivar, at Laurent Blanc er ímillum favorittarnar at taka yvir eftir Jose Mourinho.

Manchester Evening News skrivar, at talan verður um ein avloysara, sum kemur uttanifrá - og sum hevur sterk sambond til United.

Við øðrum letur tað ikki til, at Nicky Butt ella Michael Carrick fáa uppgávuna at leiða United.

Mark Ogden, sum skrivar fyri ESPN, førir fram, at Ole Gunnar Solskjær er ein annar favorittur at taka yvir í United.

Talan er ikki um eina permanenta loysn, men bert eina fyribils loysn restina av hesum kappingarárinum.

United hevur sagt, at ein avloysari verður settur innan teir næstu 48 tímarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo