Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Onnur tíðindi

Tað er ikki bara her hjá okkum at stórar byggiverkætlanir dýrka nógv. Síðani 2017 hevur eitt stórt umvælingararbeiði verið gjørt á kenda og aldargamla tornið í Westminster Palace mitt í London. 

Nú verður mett, at umvælingararbeiðið fer at dýrka einar 700 milliónir krónur, millum annað tí at skaðar og dálking frá bumbum, sum vórðu sleptar yvir London undir Seinna Heimsbardaga, hava skatt tornið.

Umframt at umvæla sjálva klokkuna, skulu rivur í lofti og veggjum eisini tettast. Eisini skal ein lift gerast afturat trappunum og nýggj LED ljós setast í.

Big Ben er 177 ára gamalt. Umvælingararbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo