Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Tað var bara ein anorakkur.

Keyptur fyri 1200 krónur í handlinum Útilív í Havn mikudagin í farnu viku. Ein anorakkur, eg eri beistaglaður fyri. Carhartt eitur merki. Eigi eisini eitt par av buksum, ein frakka og eina t-shirt av sama merki. Slitsterkt og stílsikkurt. Einaferð átti eg eisini eina Carhartt-húgvu, men hon er horvin. Alt pløgg, eg brúki javnan. Einki hevur tó fingið sama uppmerksemi sum anorakkurin.

Skilji, at fólk hugsa um mynstrið. Tað gera altjóða mótastovur eisini. Merkir sum Versace, Ganni, Carhartt, Dickies, Muf10, BOSS og Décor brúka øll “hernaðar-mynstur” í teirra kollektiónum, fyri nú at nevna nøkur úr rúgvuni.

Søguliga sæð hevur herurin við sínum klæðum verið ein støðug íblástrarkelda fyri mótaheimin. Khaki-buksur, Nectie-slips, RayBan-sólbrillur og, ikki minst, Dr. Martens-skógvar, hava alt sín uppruna hagani og mangt annað eisini.

Tað ber sjálvandi til at gita og illgita, um alt møguligt. Lat meg bara gera greitt, at hatta er bara ein anorakkur. Eg renni ikki ørindi fyri Putin, eg var ikki í skottryggum vesti innanfyri og anorakkurin er heldur ikki ein krígsavbjóðing. Har var eingin boðskapur ella duldur politikkur. Tað eru tað annars summi, sum (ill)gita.

Annars er tað stuttligt við klæðum. Einaferð var tað ein maður, sum sá reytt, tí eg var í Guðrun & Guðrun-troyggju. Ein flott, opin troyggja. Tað skrivaði hann eina grein um í Sosialinum. Rólant var vásaklæddur og tað vildi hann ikki finna seg í. Men hann kom yvir tað og Føroya fólk við. Skelkurin hevur lagt seg.

Og meir um klæðir. Leygarkvøldið, eftir FMA, fekk eg eina heilsan frá eini eldri kvinnu í Havn. Hon helt, at eg var illa ílatin.

Tað helt eg ikki.

Eitt jakkasett frá danska Minimum, skjúrta og cardigan frá sama merki og slips frá An Ivy. Alt keypt í Bob & Marylin’s Suitcase. Skógvarnir, Clarks, tó keyptir í Keypmannahavn, áðrenn Clarks-handilin lat aftur. Eg var væl nøgdur, tað var hon ikki, henda kvinnan, sum bað heilsa mær. Hon kundi tó ikki skriva nakra grein um tað, men eg fekk boðini.

Annars kann eg upplýsa, nú tað er so interessant, at eg í kvøld eisini var í eini hvítari t-shirt frá Han Kjøbenhavn, keypt í høvuðssæti teirra í Keypmannahavn, gráum Diesel-jeans úr Skálki, kremlittum Nike-sneakers, sum eg keypti í Liverpool og hvítum Puma-sokkum og svørtum boxers frá Samsøe Samsøe.

Um anorakkar sigur Sprotin annars: “vindjakki heilur framman við hettu (upprunaliga grønlendskur)”

Haldi ikki, at tað nýtist at vera meira innviklað enn tað.

Rólant Waag Dam

VP hevur spurt Kringvarpsstjóran, Johnny í Grótinum, um Kringvarpið hevur ella fer at hava ein klædnapolitikk, men hann hevur valt ikki at svara.

les eisini:

Í hesum 'dresscode' tíðum: KvF vil eisini sleppa uppí part

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo