Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Tekstlýsingar

Undirvísingarstýrið fer undir at menna og samskipa vegleiðingina um útbúgvingar- og vinnumøguleikar.

Sum royndarverkætlan verður nýggj vegleiðingarstova sett á stovn til lívlanga vegleiðing. Vegleiðingarstovan skal hava ábyrgd av at samskipa útbúgvingar- og yrkisvegleiðing í Føroyum.

Hevur tú hugsjónir um, hvussu skipan við lívlangari vegleiðing skal virka og mennast frameftir, og ert tú til reiðar at standa á odda fyri arbeiðinum í vegleiðingarstovuni?
 
Starvið
Høvuðsuppgávurnar eru:

• at samskipa og menna lívlanga vegleiðingarskipan í Føroyum og tryggja, at hon røkkur um alt landið

• at tryggja samanhang og dygd í vegleiðingini frá fólkaskúla og frameftir

• at byggja upp og standa á odda fyri dagliga virkseminum í vegleiðingarstovuni

• at gera uppskot um skipað samstarv við skúlar, stovnar, myndugleikar, arbeiðsmarknað og vinnulív

• at vegleiða um útbúgvingar- og yrkismøguleikar, um møgulig karrieruskift og førleikamenning

• at fremja talgildar loysnir á vegleiðingarøkinum

• at skipa fyri kunnandi átøkum

• at ráðgeva skúlum, stovnum, myndugleikum, arbeiðsmarknaði og vinnulívi
 
Førleikakrøv
Rætti umsøkjarin hevur útbúgving sum útbúgvingar- og yrkisvegleiðari ella aðra viðkomandi útbúgving umframt hollar royndir við at vegleiða frá t.d. fólkaskúla, miðnámsskúla, fróðskaparsetri ella líknandi starvsstaði.

Harumframt vænta vit, at tú:

• hevur kandidat- ella masterútbúgving frá hægri lærustovni

• hevur góð evni at samstarva

• dugir at bera uppgávur á mál

• hevur góð evni at skipa arbeiðið

• ert tænastusinnað/-ur

• dugir at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum
 
Vit bjóða
Eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú fært stóra ávirkan á, hvussu dagliga virksemið verður skipað, og hvussu lívlong vegleiðing verður ment. Talan er um eitt starv, ið ber í sær nógv samskifti.
 
Setanar- og lønartreytir
Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár, við møguleika fyri fastari setan, og er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
 
Umsóknarfreistin er 2 . august 2019 kl. 12.00. Starvið verður at seta 1. september 2019 ella skjótast til ber.
 
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:
 
Undirvísingarstýrið
Hoyvíksvegur 72
100 Tórshavn
ella t-post undirvising@uvs.fo

 
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Hjalmar Hansen, stjóra í Undirvísingarstýrinum, tel. 555045.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo