Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Nýggj semja er undirskrivað – og verkbannið og verkfallið á kommunala sáttmálaøkinum er av.

Nakað eftir midnátt skrivaðu Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag undir eina nýggja semju, sum byggir á eitt 3 ára sáttmálaskeið - frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020.

At partarnir hava gjørt semju, hevur við sær at verkfallið er endað – og at verkbannið á kommunala sáttmálaøkinum er av.

Námsfrøðingar og hjálparfólk, ið eru sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag taka tí arbeiðið upp aftur beinanvegin – sambært galdandi arbeiðsætlan.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tann 14. januar 2018

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo