Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Um illa vil til og partarnir ikki semjast, so byrjar verkfallið hjá SAS pilotunum beint eftir páskir. Og útlitini eru onki serlig fyri semju, tí hesaferð samráðast pilotarnir í Danmark, Svøríki og Noregi saman. Tað gjørdu teir ikki seinast. Tað var á heysti í 2017, og tá skrivaðu fyrst svensku, síðani donsku og síðst norsku pilotarnir undir, hóast tað var við ringum tannabiti, skrivar Jyllandsposturin.

- Men hesaferð hava teir gjørt eina "musketer-avtalu" sum merkir, at ongin skrivar undir fyrr enn allir eru samdir og góðtaka tað, sum liggur á borðinum.

SAS pilotarnir halda, at teir eru afturútsigldir í løn, og at milliardayvirskotið, sum SAS hevur havt seinastu nógvu árini, ikki sæst aftur í lønarposanum. Harafturat halda teir, at arbeiðstíðirnar eru alt ov vánaligar. Og teir halda, at pilotar í lágprísfeløgum sum Ryanair og Norwegian bæði hava nógv betri arbeiðstíðir og løn.

- Til dømis vita fleiri av okkara limum ikki, nær teir skulu arbeiða næsta mánaða. Teir vita bara, at teir hava frí eitt vikuskifti, sigur Rene Arpe, sum er formaður hjá donsku pilotunum.

Til tað sigur Marian Skovfoged, talskvinna hjá SAS, at ynski hjá flogfelagnum er eitt sterkt og uppá sikt burðardygt arbeiðspláss.

- Krøvini frá pilotunum endurspegla ikki ábyrgdarkenslu í eini vinnu sum er undir trýsti frá nógvari kapping, sigur hon.

Nógv stendur uppá spæl hjá SAS. Verður verkfall fer tað at kosta felagnum milliónir í mistum inntøkum fyri hvønn dag sum gongur. Eisini er tað alt annað enn gott fyri loyalu kundarnar, sum noyðast at finna aðrar vegir at koma sær fram.

SAS er eisini trýst av kappingini frá lágprísfeløgunum, sum hava ætlanir um at økja túratalið og hava fleiri nýggj flogfør í ordra.

Tað stendur í botni í samráðingunum, men semingsstovnurin kann leingja sáttmálan um mett verður, at tað gongur framá.

Tað ger tað ikki sum er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo