Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Flogvinnan

Verkfallið hjá SAS Ground Handling í Kastrup er nú liðugt.

Verkfallið gjørdi, at avgreiðslan av viðføri var seinkað hjá nógvum flogførum, eisini flogførunum hjá Atlantic Airways og SAS úr Vágum.

Verkfallið endaði eftir at gerðarrætturin segði, at verkfallið var ólógligt.

Starvsfólk hjá SAS Ground Handling hava fleiri ferðir í seinastuni lagt arbeiðið niður, tí tey vilja hava at eitt starvsfólk skal skifta fakfelag. Umstríddi starvsfólkið er nú farið til hús.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo