Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Vinna

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum nærkast, og í gjár helt semingstovnurin, at grundarlag er fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið.

Fundur millum partarnar skuldi byrja nú klokkan 9.

Tað hevur annars staðið í botni, har partarnir ikki hava tosað saman men heldur sent út tíðindaskriv til miðlarnar sum hava stuðlað uppundir teirra støðu í málinum. 

Felagið hjá føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum vil "rætta skeivleikan" sum tey siga, vísandi til, at teirra limir verða lægri løntir enn onnur við sama útbúgvingarstigi. Lønardeildin leggur hinvegin upp til ein munandi lægri lønarvøkstur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo