Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Vinna

Føroyska Sjómansmissiónin: Herfyri kom handilsskipið Vermland, nýggjasta skipið í føroyska flotanum, á Hvalvík.

Tað er Niels Andrias Mortensen í Streymnesi, sum hevur keypt skipið úr Hollandi.

- Við hesum skipinum skulu vit sigla við alifóðri í Noregi og millum Noreg og Ísland fyri Skretting. Vestland, hitt skipið hjá okkum, fer so at sigla fóðrið runt til alararnar í Íslandi.

- Vit hava siglt fyri Skretting síðani 2001 og eru bidnir um at sigla millum Noreg og Ísland. Til ta siglingina var Vestland ov lítið skip og ikki nóg væl egnað.

- Ti hava vit nú keypt hetta skipið, sum er bæði nýggjari, tað er frá 2008 og nógv størri enn Vestland og í sera góðum standi, sigur Niels Andrias.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo