Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Vinna

Stjórin í Vestmanna Seafood segði við VP, at har er alt í lagi hjá virkinum viðvíkjandi menningarkvotu, men stjórin segði ikki satt. 

Vestmanna Seafood hevur fingið ætlanarskriv frá Fiskimálaráðnum.

Og Vestmanna Seafood skal svara Fiskimálaráðnum áðrenn 21. november klokkan 12, hví Arctic Voyager hevur landað 510 tons av norðhavssild til Pelagos í Fuglafirði.

Tað vísur innlit, sum VP hevur fingið í dag.

- Hóast allur makrelurin er landaður á Vestmanna Fiskavirki, hevur Vørn boðað Fiskimálaráðnum frá, at skipið Arctic Voyager, sum hevur fiskað størsta partin av norðhavssildini fyri tykkum, hevur landað góð 510 tons av norðhavssildini á Pelagos í Fuglafirði, sum ikki lýkur økisrættarligu treytunum í tilsøgnini. Tó er nógv tann størsti parturin landaður í Vestmanna, skrivar Fiskimálaráðið til Vestmanna Seafood.

Og sigur at enda í skrivinum, at um eingin frágreiðing verður latin innan ásettu freist, fer Fiskimálaráðið at umhugsa at taka stig á fyriliggjandi grundarlagi, sum skrivað stendur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo