Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vágatíðindi

Fyrsta tiltakið á mentanarvikuni í Vágum var morgunsvinjing í Fosshyli í Sandavági. 

Hópin av fólki høvdu leitað sær norð í Fosshyl, har bæði vaksin og børn fingu sær eitt frískligt morgundipp, og morgunmatarskál frá Matbitanum við Elsu Sandberg Nielsen omaná.

Sí fleiri myndir

Nógv áhugaverd tiltøk eru á skránni í dag: 

12.00 – 18.00 Listasýning við Bjørk Gudmundsen / Fiskastykkið, Sandavágur
Ókeypis

14.00 Søguforteljing í Hentzar’sa handli / Sandavágur
Ókeypis
Rakel Helmsdal lesur nýggju bókina ‘loftar tú mær? – ein blíð søga um deyðan’.

15.00 – 18.00 Afternoon tea á Magenta – Gamla hotellið / Miðvágur

15.00 – 18.00 List úr Vatnsoyrum / Gamla fjósið, Vatnsoyrar
Ókeypis
Lydia Nielsen og Pól Skarðenni sýna listaverk.
Kórið ‘Fljóðljóð’ framførir nøkur løg.

16.00 – 19.00 Listasýning í SOR-bygninginum / Sørvágur
Ókeypis
Jana Johnhardsdóttir sýnir listaverk. Spjaldur sýnir plakatir.

18.00 Filmssýning ‘Verkir’ / Marghøllin, Sørvágur 70,-
Føroyskur dokumentarur eftir Karinu og Theresu Jákupsdøtur um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftir fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahúsið. (70 min.)
Keyp á atgongumerki.fo

20.30 Sólseturskaffi í Gásadali Ókeypis
Møtt verður við Gásadalsgarð haðani gingið verður niðan á eggina til kaffi og harmonikutónar.
Sørvágs tónleikarafelag spælir nøkur løg.

Sí skránna fyri alla vikuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo