Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Kommunan er vitandi um trupulleikarnar við ferðsluni á Karlamagnusarbreyt. Vónað verður, at fólk halda kommununi til góðar, tí arbeitt verður hart fyri at røkka einum góðum úrsliti, so Karlamagnusarbreyt verður eitt gott og trygt stað at búgva.

Karlamagnusarbreyt er í kommunuætlanini lagt av sum miðstaðarøki fyri alla Hoyvíkina. Gøtan skuldi hava allar tær týdningarmestu funktiónir og tænastur, ið ein nýmótans býlingur hevði tørv á. Her skuldi verða eitt munandi tal av arbeiðsplássum, umframt íbúðir á ovastu hæddunum í handils- og skrivstovubygningum. Hettar fyri at geva miðstaðargøtuni lív alt samdøgrið.

Tórshavnar býráð samtykti uppskotið til byggiskipan og serstaka byggisamtykt fyri Karlamagnusarbreyt í februar 2006. Byggisamtyktin var til almenna hoyring, og tá freistin var úti í juni 2006, var einki mótmæli innkomið. Serstaka byggisamtyktin varð síðani góðkend av Innlendismálaráðnum í februar 2007. Broytingarnar í byggisamtyktini lógu frammi til hoyringar og vórðu góðkendar av Innlendismálaráðnum. Hetta var fyri, at núsitandi býráð tók við.

Les meira her + myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo