Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Ein margháttlig tvístøða er síðstu tíðina sprottin upp úr boðskapinum um skýggjan av diskriminering. Ein tvístøða, sum av røttum kann nevnast ein mótsøgn, t.e. er hon virkar ímóti sínum egna endamáli.

Síðani kjakið um samkynd veruliga festi eld í 2006, tá ið kjakast var um broyting í paragraf 266b í revsilógini, so vóru nógvar røddir frammi um at vórðu tey ikki hýst í orðingina, so var hetta diskriminering, also vóru tey fyri mismuni.

Nógv er broytt síðan 2006, og nú verður kravt, at hjúnabandslógin skal broytast, tí hon diskriminerar móti samkyndum pørum. "Full javnrættindi, og onki annað" ljóða slagorðini, ið man hevur hoyrt frá LGBT Føroyar o.ø.

Lógaruppskotið, ið liggur fyri tingið, broytir hjúnabandslógina soleiðis, at samkynd pør kunna giftast. Tó so vil lógin ikki javnstilla samkynd hjún við hinskynd, tí tey hava ikki rættin at giftast í fólkakirkjuni. Her skuldi man ikki trúð, at talan var um eitt lógaruppskot, ið sigst at "geva javnrættindi" og virka "anti-diskriminerandi".

Felagsskapurin Gudloysi orðaði hendan trupulleikan sera væl í eina viðmerking til trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum.

"Uppskotið snýr seg í botn og grund um at útiloka tveimum av sama kyni at vígast í fólkakirkjuni við lóg."

Gudloysi sær út til at hava fangað hetta betri, enn hvat flestu onnur hava. Lógaruppskotið, ið liggur fyri Løgtingið, setur fólkakirkjuna í eina sera ringa støðu, við tí at hon noyðir hana at fara ymisk við sínar limir.

Hetta gjørdi biskupur eisini vart við í einum aftursvari til trivnaðarnevndina.

"Biskupi hóvar ikki, at fólkakirkjan beinleiðis ella óbeinleiðis verður tengd at eini løgtingslóg, ið setur ein bólk av fólki uttanfyri."

Í einum stuttum felagsskrivi til mentanarnevndina, svaraðu Felagið fyri Kirkjuráðslimir, Prestafelagið og Føroya Stiftsstjón hetta:

"Vit meta tað vera prinsipielt skeivt at diskriminera ávísan bólk av fólki í løgtingslóg um Fólkakirkjuna"

Viðhaldsfólk hjá lógaruppskotinum vilja vera við, at lógin als ikki vil ávirka kirkjuna og tess viðurskiftir.

Hetta passar tó ikki. Lógaruppskotið áleggur fólkakirkjuna við lóg at diskriminera móti sínar egnar limir.

Hetta er verulig diskriminatión - nakað, ið forsprákarirnir fyri uppskotinum annars siga seg vilja sleppa av við. Tó ger lógaruppskotið tað øvuta.

Um lógaruppskotið fer ígjøgnum, so vita vit, at tað bert er ein spurningurin um tíð, áðrenn fólkakirkjan noyðist at loyva samkyndum pørum at giftast í kirkjuni. Vit skula bert hyggja nakrar fáar dagar aftur, so síggja vit, at norska fólkakirkjan júst hevur givið samkyndum pørum loyvi til kirkjuliga vígslu. Heldur ikki er tað langt síðani, at samkynd fingið loyvi at giftast í kirkju í Grønlandi.

Tit góðu løgtingslimir, ið fara at atkvøða um at broyta hjúnabandslógina. Um tit eru so góð við fólkakirkjuna, sum tit siga tykkum vera. So seta tit hana ikki í eina støðu, har hon verður noydd at gera mun á sínum egnu limum.

Vinaliga
Nevndin, Ung fyri Miðflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo