Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Á samkomu tann 8. januar 2013 setti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, tað nýggja 11-manna málráðið, og í setanarrøðu síni minti hann á týdningin av, at fólkið kendi seg aftur í móðurmálinum, samstundis heitti hann á ráðið um at innføra tað latínska alfabetið.

Málráðið avloysti sum kunnugt ta gomlu 5-manna málnevndina, tí nú skuldu fleiri málfatanir hoyrast í einum 11-manna breiðum málráði. Fleiri ymiskir instansir, feløg og stovnar vóru biðin um at innstilla tveir persónar hvør - eina kvinnu og ein mann, sum landsstýrimaðurin síðani kundi velja burturúr at manna ráðið.

Ætlanin hjá tí politiska mynduleikanum var heilt greið: Nú skuldi málrøktin liberaliserast og moderniserast við einum breitt samansettum forum, sum avspeglaði samfelagið.

Klassakammerátar
Tey vóru mong, sum straks undraðust yvir samansetingina av málráðnum, tí í málráðnum sótu ikki færri enn 5 - eg skrivi fimm gamlir klassakammerátar – ein gomul klika frá studentadøgunum í Hoydølum frá 70-unum.

Men Harra Kalsø ánaði ongi óráð og helt væl til standa, tí tann sætti í klikuni frá teim glaðu 70-unum sat sjálvur sum ráðgevi hjá mentamálaráðharranum og sum garantur fyri, at vit fingu eitt breitt samansett ráð, umboðandi fólkið.

Starvsnevndin - tann harða kjarnan
Eftir donskum mynstri valdi málráðið eina 5-mannað starvsnevnd, har fýra av áðurnevndu klassakammerátum sita.

Munurin millum Dansk Sprognævn og Føroyska Málráðið er bara tann, at tað danska málráðið telur 70 limir og hevur tí brúk fyri einari starvsnevnd. Okkara 11-manna málráð ikki hevur ikki fyri neyðina at hava eina starvsnevnd, tí so vil tann størra og samsinta helvtin av ráðnum bert velja síni egnu í  starvsnevndina, og tað varð eisini tað, sum hendi í hesum førum.

Tagnarskylda?
Eitt felag, Málfelagið, sum undirritaði varðar av, fekk eitt umboð valt. Tað vóru vit fegin um og fregnaðust sjálvandi eftir, hvussu ráðsarbeiðið gekk, men vit kundu einki fáa at vita, tí limunum var álagt tagnarskyldu. Hetta undraði okkum almikið, tí ráðslimirnir umboða ikki bert seg sjálvar, men eisini feløg og áhugabólkar, ið tey eru vald fyri.

Vit høvdu tó varhuga av, at okkara umboð var í andstøðu til studentaklassan úr Hoydølum, og rætt var tað. Seinni kom tó fram at tagnarskyldan var kravd í heimildarloysi. Slíkt er lítið álitisvekjandi.

Aábdð’ið
Alfabetið hevur fleiri ferðir verið til umrøðu í løgtinginum, uttan at nøkur niðurstøða er gjørd. Hetta fekk tann sterka (Sprota-)mannin í málráðnum at fara í bløðini: Løgtingslimir skuldu halda seg burtur frá málinum, tað høvdu teir ikki skil fyri. Tað skuldi málfrøðin taka sær av. Problemið er bara, at purisma er ikki frøði, og puristar eru ikki frøðingar. Puristar eru bendarar og stavarar, sum ikki arbeiða fakliga, men málpolitiskt. Vit hava als ikki eina fakliga málrøkt, men politiska.

Hóast tvær kanningar í 2014 vístu, at meira enn tveir triðingar av fólkinum ynsktu tað latínska alfabetið, so barslaði puristiski meirilutin í málráðið við einum skerdum alfabetið, ið eisini gekk ímóti tí politiska viljanum. Meirlutin setti seg oman fyri fólkaviljan og løgtingið til miklan skaða fyri komandi ættarlið, sum ikki fara at duga at lesa/skriva innihaldsyvirlit, registarar og telefonbókina.

Konventiónir
Landsins stovnar hava skyldu at halda ST-konventiónir, men tá NÁM gav tað famøsa atlasið út, breyt stovnurin ST-konventiónina um geografisk nøvn við vælsignilsi frá málráðnum. Slíkt eigur og skal viðkomandi mynduleiki handla uppá.

Annars vildu illar tungur vera við, at meiningin var at gera ein føroyskan globus eisini. Men ólukkulagið, danskarar hava ein rundan globus, tí mælti eitt ljóst høvd í hesum upplýsta skara til at gera ein fírakantaðan globus. Men uppskotið fall, tí tá studentaskúlalærarar ikki vildu vita av atlasinum, fóru teir neyvan at skoyta um ein serføroyskan globus, ótakksamir sum cand. magar og onnur óvitandi fakfólk nú eru.

Reglugerðin fyri málráðið sigur greitt, at tá fakmál er til viðgerðar, skal fakfólk takast til ráðs. Tað vil siga, at ráðið, sum hevjar seg upp um fólkaviljan eisini brýtur lógirnar fyri málráðið. Hetta eigur landsstýrisfólkið í mentamálum eisini at handla uppá.

Móðurmálið eitt museum
Mynduleikin eigur at gera upp við verandi politisku málkós, sum bara er afturlítandi og fremmandagerandi. Móðurmálið er trokað og kroyst aftur í ein tíðarlumma, sum er fremmandur fyri nútíðina – ikki ólík tí hjá Amish-fólkinum í USA.

Ella sum ein av okkara dugnaligu yrkjarum, Tóroddur Poulsen, segði: “Skriftmálið skal vera eitt praktiskt amboð og ikki eitt museum. Og eingin fær skaða av, at fleiri fara at skilja tað.” Og hann sigur tað ikki av ongum.

Júst nú verður stásiligur skúli til ungdómin bygdur í Marknaðargili, og gud hjálpi mær, fara teir aftur um søguliga tíð at finna eitt navn til upplýsingarstovnin. Glasir, sum bendist eftir reglum, sum langt síðan eru burturdotnar og gloymdar. Tað er nokk heldur ikki meiningin, at palleba skal duga at benda navnið. Puristarnir vita sjálvandi, at vitan gevur vald, og teir fonglast við eitt mál, sum fólkið ikki hevur skil fyri. Teir hava skapt sær eitt elitert museumsmál, sum teir hava patent uppá.

Onga nøktandi móðurmálsorðabók
Neyvan hava so fá gjørt so mongum ónáðir sum føroyskir puristar. Okkara upplýsta samfelag eigur onga nøktandi orðabók yvir móðurmálið, men fleiri bøkur, sum innihalda eitt mál, sum nakrir bendarar og stavarar ynskja sær tað.

Bøkur, sum eru tungar av orðum, sum ongantíð hava verið á mannamunni og sum uttan filtur verða sprotaðar út um landið. Er hetta frøði, so eru pinkubørn eisini frøðingar, ongin smíðar orð sum tey.

Fakmál
Var tað so, at bendarar og stavarar høvdu hildið seg til vanligt føroyskt, so var skaðin eitt sindur avmarkaður, men teir duga sær ikki hógv og eru langt síðani lagstir á fakmálini, sum teir ikki hava skil fyri. Bankar og mið við Føroyar skiftu teir nøvnini á við einum pennastroki, og fiskar og fuglar skifta nøvn alt eftir, hvør stavarin ella bendarin er.

Hetta, at politiskir reinsarar leggjast á fakmálini kann beinleiðis gerast lívshættisligt. Kemur ein stavari, bendari, ella ein NÁMfrøðingur umborð á trolara at leggja lag á, so er betri hann fær spulislanguna í landgongdini, annars kann stórskaði henda, og fleiri mans liggja eftirá. Tað er ikki lukkuligt.

Politisk útreinsing
Fyri at gera málbroytingina meira átuliga fyri palleba, pakka teir hana inn í nationalt gávupapír so sum tjóðarbygging, málmenning, sjálvstýrisstrev og annað. Áðurnevndi yrkjari, Tóroddur Poulsen, segði, “at føroyingar tjóðskapa sær, og eg kalli tað tjóðarí”. Hey! nú uppfann eg eitt nýtt orð. Tjóðarí við ð. Sigandi orð sum liggur væl á tunguni”. Nú er spennandi, um tað sleppur við í SPROTAN.

Fólkið ynskir ikki eina puristisk-politiska málrøkt, men vil hava sítt livandi móðurmál aftur saman við móðurmálalfabetinum og fakmálunum, og tað skal Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum og løgtingið hjálpa okkum við, tá Málráðið um ársskiftið skal veljast av nýggjum.

Eg fari at enda við einum - fyri stavarar og bendarar - viðkomandi sitati frá bókini: “STORE FORANDRINGER eftir tí stóra søgufrøðingin, Søren Mørch”.

“De skriftkloge erobrer ejendomsretten til sproget og får de talende til at fremtræde og føle sig som umælende. Det er en forandring, der får større konsekvenser, end man umiddelbart skulle tro. Som enhver anden rigtig tryllekunstner virker den ved at narre og dupere uskyldige sjæle: De skriftkloge lader, som om sprog er skriftsproget og gør det så insisterende, at de hurtigt også selv tror på det.” 

Dan R. Petersen
Málfelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo