Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

Hvat hendi uttan fyri eitt gistingarhús í Stokhólm klokkan 2 um náttina tíðliga í september.

Sambært trimum kinesiskum turistum var tað sum hendi at svenska politiið fór fram við harðskapi og gjørdi seg inn á teir. Sambært politinum fór onki annað fram enn at fólkini fóru at skapa sær uttan nakra orsøk.

Tað sum stendur fast er, at tey trý fólkini komu til gistingarhúsið klokkan tvey um náttina men fingu at vita, at tey ikki kundu fáa nakað kamar beint tá.

Tey settu seg at bíða í forstovuni, men av enn ókendum orsøkum kom politiið á staðið og flutti fólkini út á gøtuna. Og tað var har at hendingin, sum nú er farin upp á hægsta politiska stig, fór fram.

Ferðafólkini siga, at tey vórðu illa viðfarin av politinum. Og hesum hava myndugleikarnir heima í Kina hug at trúgva og hava biðið um eina frágreiðing. Millum annað hevur kinesiska sendistovan í Svøríki sent eitt hvassorðið skriv til myndugleikarnar í Stokhólmi.

Svenska politiið hevur víst frá sær at gera nakað meira burtur úr tilburðinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo