Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Filmsbrot

Tað var nakað av spenningi, tá Bláa Gongustjørnan - Den Blå Planet - sum liggur nærhendis floghavnini í Kastrup, boðaði frá, at føroyskur sjófuglur og fiskur skuldi vera ein partur av framsýningini.

Ein týðandi partur av framsýningini í Den Blå Planet snýr seg um Føroyar, og í dag ber til at staðfesta, at tað hevur gingið bæði væl og minni væl at fáa fuglin at trívast.

Tað endaði við at lundarnir, sum eru partur av framsýningini, gjørdust íslendskir og ikki føroyskir. Tað sæst eisini, tí teir eru heldur størri enn føroyski lundin. Orsøkin er, sum skilst, at teir eru aldir og ikki villur fuglur sum er fangaður inn til endamálið.

Ein bøga legði eitt egg nakað undan ársskiftinum, men eggið var ikki troðið.

Eisini eru tveir av lundunum deyðir, síðani savnið lat upp fyri trimum árum síðani.

Í byrjainin var eisini lomvigi partur av føroysku framsýningini. Men lomvigin var so naskur ímóti fiskinum sum svimur í framsýningini, at fiskurin mistreivst. So neyðugt var at taka lomvigan úr framsýningini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo